Ikki øll hava eitt sosialt netverk

Fólk frá felagnum, Javni vitja morgunsendingina hjá Rás2 í morgin. Í morgin kl. 10 vitja 5 fólk frá felagnum, Javni í Rásarúminum hjá Rás2. Talan er um dagliga leiðaran, Onnu D. Háberg, sum saman við 4 foreldrum at menningartarnaðum tannáringum kemur á gátt hjá Rás2. Talan verður bæði um foreldur at seinmentum børnum, og foreldur at børnum við autismu.

Tey ynskja at varpa ljós á framtíðina hjá teimum menningartarnaðu tannáringunum ella manglandi framtíðarvónum. Fokus verður sett á støðuna sum hon er í Føroyum í skrivandi stund. Sum er, so er er onki sosialt netverk rundan um hesar tannáringarnar her á landi.