Ikki merkiligt at Suð­ur­oy við vána­lig­um ferðasam­bandi minkar

– 42 túrar eru til Nólsoyar, har tað búgva 217 fólk, um vikuna. 18 eru til Suðuroyar, har tað búgva umleið 4.500 fólk

– Sambært In.fo ynskir Karlot Hergeirsson fleiri túrar millum Tórshavn og Nólsoy enn teir 42, sum eru nú. Tað búgva 217 fólk í Nólsoynni. Til samanberingar, so eru 18 túrar millum Suðuroynna og Tórshavn um vikuna. Tað búgva uml. 4500 fólk í Suðuroynni.

 

Tað skrivar Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, í viðmerking til tað, sum Karlot Hergeirsson segði við in.fo fyrr í dag um eyka túrar til Nólsoyar.

 

Lesið eisini: Karlot vil hava Teistan aftur á Nólsoyarleiðina

 

– Tá Galaxy sigldi, vóru 14 túrar um vikuna við plássi til nógv færri ferðafólk og bilar enn Smyril tekur. Ikki merkiligt at Suðuroyggin við hesum vánaliga ferðasambandinum minkar støðugt, skrivar løgtingskvinnan.

 

– Um vit fingu ein Smyril afturat, so kundi ferðasambandið blivið næstan líka gott sum tað er um veturin til tey 91 fólkini, sum búgva í Kalsoynni, har tað eru 42 túrar um vikuna um veturin, sigur hon.

 

Hon heldur, at føroyingar skulu seta sær viðkomandi spurningin, hvat er nøktandi ferðasamband til ein so fólkaríkan part av landinum, sum Suðuroyggin er og samanbera tað við kostnaðin av Suðuroyartunlinum.

 

– Tað roknistykkið kundi verið áhugavert at sæð, heldur hon.

 

Til Sandoyar vóru 61 túrar, bara við Teistanum, um vikuna í 2023. Tá búðu 1.237 fólk har, sum var færri fólk enn fólkatalið í Vágs bygd einsamallari. Haraftrat sigldi Hasfjord – tá hann sigldi.

 

– Kortini síggja vit, at Sandoyggin, við sínum munandi lægri fólkatali og nógv minni vinnulívi enn Suðuroyggin, hevur fingið brølandi framgongd, síðani tunnilin lat upp, sigur Súsanna Bertholdsen.