Eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina hin 24. februar, hevur kjak um Nato-limaskap tkið seg upp bæði í Svøríki og Finnlandi.
Herfyri skrivaði finska ávísin, Iltalehti, at stjórn landsins helst fer at taka støðu til spurningin um limaskap í mai og kanska longu í apríl.
Uttanríkisráðharrin í Finnlandi, Pekka Haavisto, hevur váttað yvirfyri ávísini, at ein umsókn um Nato-limaskap nú verður fyrireikað.
Skírisdag fer finska stjórnin at leggja fram eina nýggja frágreiðing um trygdarpolitikk, og sambært finska forsætisráðharranum, Sanna Marin, fer stjórnin at taka støðu til Nato-spurningin, eftir at frágreiðingin er løgd fram.
- Dyrnar til Nato standa opnar, og Finnland noyðist at taka støðu til spurningin í vár, hevur finski forsætisráðharrin áður sagt.
Finska tíðindarásin, MTV-tíðindi, kunngjørdi í dag úrslitið av einari spurnarkanning um Nato-limaskap, og kanningin er sambært tíðindarásini gjørd í hesum mánaðinum. Sambært MTV halda 68 prosent av teimum spurdu, at Finnland eigur at søkja um Nato-limaskap.
So nógvir finnlendingar hava ongantíð áður verið fyri limaskapi í verjusamgonguni.
1863 fólk í aldrinum 18 til 64 ár luttóku sambært tíðindarásini í kanningini. Tá MTV-tíðindi gjørdu somu kanning í januar í ár, og áðrenn Russland leyp á Ukraina, vóru einans 30 prosent av teimum spurdu fyri Nato-limaskapi.
Í Russlandi sigur Kreml, at ein víðkan av Nato-felagsskapinum fer ikki at geva størri tryggleika í Evropa, veit russiska tíðindastovan, RIA Novosti, at siga.
- Vit hava ferð eftir ferð sagt, at Nato-samgongan í sær sjálvum heldur er ein reiðskapur sum leggur upp til stríð. Hetta er ikki ein samgonga, sum tryggjar frið og støðufesti, segði Kreml-talsmaðurin, Dmitrij Peskov, í dag.
Størsti flokkurin í Svøríki, Sosialdemokratarnir, hevur higartil verið ímóti Nato-limaskapi og forsætisráðharrin, Magdalena Andersson, hevur áður ávarað ímóti, at limaskapur í Nato hevði gjørt støðuna ótryggari.
Men, nú vilja eisini Sosialdemokratarnir í Svøríki taka kjakið upp um eina nýggja trygdarpolitiska kós, tí flokkurin heldur, at áskoðanin hjá teimum í hesum spurningi nú byggir á ein "veruleika", sum ikki er til longur.
Tískil eru forsætisráðharrin og Sosialdemokratarnir nú opnir fyri einari aðrari kós í trygdarspurninginum.
Í tíðindaskrivi upplýsir flokkurin, at fundir skulu haldast um alt landið um svenskan og altjóða trygdarpolitikk, og Sosialdemokratarnir siga, at bakstøðið fyri hesum fundum er, at áskoðanin hjá flokkinum byggir á ein "veruleika, sum ikki er til longur..."
- Tá Russland leyp á Ukraina, broyttist trygdarpolitiska støðan hjá Svøríki fundamentalt. Hetta fær eisini avleiðingar fyri landsins og floksins trygdarpolitiska val, verður sagt í tíðindaskrivinum hjá Sosialdemokratunum.
Floksskrivarin, Tomas Baudin, sigur við Aftonbladet, at eingin hevði væntað, at Russland fór at gera innrás í Ukraina - og at Svøríki fór at gerast vitni til eitt krígg millum tvey lond so nær Svøríki.
- Eg haldi, at tilgongdin má fara fram skjótast gjørligt, soleiðis at hon er liðug, áðrenn summarið kemur, sigur floksskrivarin við Aftonbladet.
Ein kanning, sum Dagens Nyheter - www.dn.se - hevur gjørt, vísir, at um Finnland velur at fara upp í Nato, ynskir ein meiriluti av svenska fólkinum at fylgja Finnlandi og gerast limur í verjusamgonguni.
Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, sigur, at ynskja Finnland og Svøríki at gerast limir, og londini senda inn umsóknir um limaskap, skulu hesar fáa skjótar viðgerð, soleiðis at londini kunnu gerast limir longu tíðliga í summar.