Ikki ráð at senda tyrluna til hjálpar

ONGIR PENGAR Vil Løgtingið ikki játtað meiri pening, verður neyðugt at skerja tyrluflúgvingina restina av árinum bæði í sambandi við bjarging og vanligan ferðafólkaflutning

- Vil Løgtingið ikki játta meiri pening alt fyri eitt, verður neyðugt at skerja tyrlutænatuna longu tann 1. apríl.
Tað er longu um tvær vikur!
Og her er bæði talan um flúgving í sambandi við leiting og bjarging, umframt um flúgving í sambandi við sjúkraflutning og tað vanligu flúgvingina við fólki og farmi.
Tað gjørdu teir báðir landsstýrismenninir, Johan Dahl og Jacob Vestergaard, løgtinginum greitt í mikukvøldið.

Ómøgulig uppgáva
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, staðfestir, at tað er ein ómøgulig uppgáva at finna 17 milliónir við at spara á øðrum økjum á fíggjarlógini og tí má ein eykajáttan til.
Tí verður neyðugt at víkja frá kravinum um, at verður meiri peningur játtaður til eitt øki, skal tilsvarandi sparing finnast aðrastaðni so at almennu útreiðslurnar ikki økjast.
- Tey, sum halda, at vit kunnu ikki blíva við at økja um útreiðslurnar mugu so eisini halda upp at at ynskja sær eina betri tænastu.
- Tí má Løgtingið gera av, hvussu tænastustøðið skal vera og játta peningin hareftir.
Hann leggur afturat, at bara fyri at varðveita sama tænastustøði, sum er í dag, og sum so stór ónøgd er við, verður tørvur á góðum átta milliónum afturat.
- Vil Løgtingið ikki hækka játtanina, verða vit noydd at niðurlagað tyrlutænastuna longu frá 1. apríl.
Hetta verður bæði galdandi fyri flúgving í sambandi við leiting og bjarging, og sjúkraflutning, tá ið neyðstøður taka seg upp og í sambandi við flúgvingina við ferðafólki og farmi.
- So fáa vit at síggja um politiska skipanin heldur til tað, legði hann turrisliga afturat.
Kroystir upp í ein krók

Áki Bertholdsen

Fleiri tinglimir eru í øðini inn á Johan Dahl og Jacob Vestergaard.
Teir føla, at landsstýrismenninir hava kroyst Løgtingið upp í ein krók í málinum um at játta meiri pening til tyrlutænastuna, soleiðis sum vit greiða frá í aðrari grein her á síðuni.
Hetta er eitt dømi um, at tað er ikki rættiligur samanhangur í fíggjarpolitikkinum, tí landsstýrið hevur vitað í fleiri ár, at sáttmálin við Atlantsflog gekk út á nýggjárinum og at nýggjur sáttmáli skuldi gerast.
Bæði Bjørn Kalsø, sum er partaðmaður hjá Johan Dahl, Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldi og Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum, átalaðu landsstýrismenninar, tí teir hildu, at teir áttu langt síðani at havt avgreitt málið.
Teir staðfestu, at teir báðir hava verið landsstýrismenn í trý ár og alla hesa tíðina hava teir vitað, at sáttmálin um tyrluflúgvingina gekk út á nýggjárinum og at nýggjur sáttmáli skuldi gerast.
Tí áttu teir at havt avgreitt málið fyri langari tíð síðani, so at peningurin varð settur á fíggjarlógina.
- Tað er for galið at briksla løgtinginum, at hendan støðan er íkomin, bara tí at tað ikki eydnast landsstýrismonnunum at fáa fíggjarmálaráðharran at seta peningin á uppskotið til fíggjarlóg, heldur Bjørn Kalsø.

Ongin vilji
Jacob Vestergaard skeyt aftur og segði, at hann hevði gjørt vart við støðuna, men higartil hevur vilji ikki verið til at leggja eina eykajáttan fyri Løgtingið um at játta peningin.
Og fíggjarlógin varð avgreidd upp á minni enn ein tíma beint upp undir jól, áðrenn nakað hevði fingið tíð at venda sær.
Johan Dahl helt, at tað var heilt galið at skjóta eftir sær og Jacob Vestergaard, tí teir høvdu gjørt vart við støðuna longu tíðliga í fjør.
Bjørn Kalsø helt, at ístaðin fyri at verða firtin, átti landsstýrismaðurin heldur at verið eitt sindur eyðmjúkur.
Johan Dahl kvittaði við at siga, at hann er ikki firtin. Men hann viðgekk, at hann er rættiliga irriteraður av at politiska skipanin ikki hevur ásannað álvaran í málinum.
Og annars hevði fíggjarnevndin hoyggjað fíggjarlógina til og broytt allar møguligar játtanir, so var vilji til tað, kundi hon eisini broytt hesa játtanina, segði Johan Dahl.

17milliónir

Orsøkin er, at tyrluflúgvingin nú kemur í vanda, er, at sáttmálin við Atlantsflog um tyrlutænastuna fekk út á nýggjárinum, men partarnir eru samdir um at leingja hann til. 31. mars.
Men leingingin er væl dýrari enn upprunaligi sáttmálin og tí strekkir peningurin ikki til.
Hinvegin hevur stór ónøgd verið við tyrlutilbúgvingina og tí hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum samráðst seg fram til ein nýggjan sáttmála við Atlantsflog.
Hetta er ein sáttmáli sum hevur ein nógv betri trygd við sær, men av tí sama kostar hann eisini meiri.
Nýggi sáttmálin kostar 38 milliónir, har tann gamli kostaði 21 milliónir.
Sostatt skal Løgtingið játtað 17 milliónir krónur afturat til tyrlutænastuna.
Og nú biðja landsstýrismenninir so Løgtingið um heimild at undirskriva nýggjan sáttmála og at játta neyðugu pengarnar.
Og sum tað sæst í hinum greinunum, vilja landsstýrismenninir, at hetta verður ein eykajáttan, tí tað ber ikki til at finna tilsvarandi sparingar aðrastaðni og tí má samgongan víkja frá tí annars ófrávíkiliga kravinum um, at útreiðslurnar skulu ikki økjast.
Nýggi sáttmálin fevnir um tvær tyrlur til hesar tænastur:
1) innanoyggja flúgving.
2) leiting og bjarging á sjónum.
3) leiting og bjarging á landi.
4) bráðfeingis sjúkraflutning.
5) vanligan sjúkraflutning.
6) eftirlitsflúgving í sambandi við
oljudálking.
7) eftirlitsflúgving í sambandi við
fiskiveiðieftirlit.
8) aðra bráðfeingis tyrluflúgving, har
tørvur er á skjótari hjálp.

- - - - - -

Veitst tú eina søgu, send so SMS á 28 50 04