Ikki torførasta málið Sølvi hevur skorað

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Sølva Vatnhamar seta orð á sítt fyrsta landsliðsmál fyri Føroyar

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Sølva Vatnhamar, sum skoraði til 3-0 í 3-2 sigrinum hjá Føroyum á Liktinstein í Marbella í Spania í kvøld.

 

Sølvi heldur ikki, at tað var so torført at seta bóltin í málið til 3-0, men tað var ein góð kensla at skora fyrsta málið fyri Føroyar.

 

Sjálvt um heildarmyndin fall nakað ímóti dystarenda, so heldur Sølvi, at Føroyar vóru betra liðið í dystinum. Hann tvíheldur, at tað var týdningarmikið, at føroyska liðið helt seg til sama spælið, sum teir ætla at brúka í komandi HM-undankapping. Sølvi Vatnhamar er nøgdur við eina góða og gevandi venjingarlegu farnu dagarnar.