Í hesum døgum verða upptøkur gjørdar til nýggja James Bond filmin, Spectre. Upptøkurnar verða gjørdar í Alpunum, og sum vera man eru hættisligar pallsetingar eisini partur av einum James Bond filmi.
Mikudagin gekk galið við einum stunti til filmin. Ein bilur varð brúktur í upptøkunum, og hesin bilur reyk ígjøgnum ein pall, sum var serliga bygdur til filmin.
Ein tøkningur kom at liggja ímillum, og ein annar varð tveittur av bilinum. Báðir fingu álvarsaman skaða og vórðu fluttir við tyrlu á sjúkrahús til viðgerðar. Ein triði tøkningur fekk smærri snuddir av tilburðinum.