Tórbjørn Jacobsen
-------
Landsroknskapurin 2008 kom undan kavi aftur á tingfundinum ídag. Fíggjarnevndin hevði ikki skrivað endaligt álit í málinum, fíggjarnevndarformaðurin vildi ikki sleppa málinum aftur, men eftir umbøn frá undirritaða og Magna Laksáfoss avgjørdi løgtingið kortini at viðgera málið. Atkvøðugreiðslan var heilt óvanlig fyri ein landsroknskap, táið 12 tingmenn atkvøddu fyri og 7 tingmenn atkvøddu ímóti løgtingsmáli no. 96/2009. Álitið, sum undirritaði hevði ætlað skuldi vera partur av málinum, táið fíggjarnevndin hevði gjørt málið burturav sær, er soljóðandi og varð lisið upp á fundinum:
Ein minniluti (Tórbjørn Jacobsen) tekur við niðanfyristandandi viðmerkingum ikki undir við uppskotinum – løgtingsmáli no. 96/2009. Vanlig fatan hevur verið, at góðkenning og samtykt av landsroknskapum, í praksis hevur havt ta rættarstøðu, at politiska skipanin hevur góðkent og samtykt at roknskapurin er rætt uppsettur og grannskoðaður samsvarandi teimum skjølum og upplýsingum, sum hava verið landsgrannskoðara og løgtingsgrannskoðarum tøk. Harvið hevur tingið samtykt tann objektiva veruleikan, sum landsins bókhald og grannskoðan hava sett upp samsvarandi samfelagsins gongd ár fyri ár. Tað hevur á ongan hátt verið hildið, at tingsamtyktir um roknskapir skuldu skiljast sum blástemplingar av meir- og ovurnýtslu hjá landsstýrismonnum, tingi og stovnum í roknskaparárinum.
Løgtingsgrannskoðararnir hava í sínum viðmerkingum fyri roknskaparárið 2008 m.a. sagt: ” Løgtingsgrannskoðararnir skulu gera vart við, at tað er sjálvur Landsroknskapurin 2008, sum mælt verður til at góðkenna, saman við teimum atfinningum, sum eru nevndar í viðmerkingunum. Tað merkir ikki, at Løgtingið góðkennir, at meirnýtsla er farin fram og at játtanir ikki eru hildnar.” Bæði verandi løgmaður og onkur landsstýrismaður hava alment og av tingsins røðarapalli lagt ein iva inn í gomlu fatanina um, hvat ið hendir, táið løgtingið samtykkir ein roknskap. Teir hava ítøkiliga róð framundir, at tingsamtyktir um roknskapir eru tað sama sum endaligar góðkenningar av m.a. meir- og ovurnýtslu.
Tað hevði ikki verið nakar trupulleiki at tikið undir við løgtingsmálið no. 96/2009, serliga við viðmerkingunum hjá løgtingsgrannskoðarunum, um gamla fatanin var ráðandi. Men eftir at núverandi politiski oddvitin hjá 20 av 33 tingmonnum, løgmaður, Kaj Leo Holm Johannessen, í svari uppá skrivligan fyrispurning frá Kára á Rógvu hevur staðfest, at: ”Tá ið Løgtingið samtykkir ein roknskap uttan viðmerkingar, sigur tað eftir mínum tykki frá, at øll fyrisitingarlig viðurskifti viðvíkjandi hesum roknskaparárinum endaliga eru uppgjørd, eisini spurningurin um evt. ábyrgdarmál, sum annars kundu verið staðfest, lesir man roknskapin. Verður ábyrgd ikki gjørd galdandi viðvíkjandi yvirtrekki tá, er í roynd og veru talan um eina eftirfylgjandi eykajáttan frá løgtingsins síðu.” tá hevur pípan fingið eitt heilt annað ljóð.
Skjótt og sera nógv vaksandi meir- og ovurnýtslan hjá landsstýrismonnum hesi seinastu árini, serliga síðani ABC-samgongan sá dagsins ljós í 2004, ger hesa útsøgnina og tulkingina hjá løgmanni til ein stóran trupulleika fyri politisku skipanina. Fíggjarnevndin hevur havt mikið høvuðbrýggj av hesi sjaldsomu og nýggju fatan oddvita útinnandi valdsins. Hann var boðsendur at greiða munnliga frá støðuni, men í fyrstu atløgu hevði hann lítlan, fyri ikki at siga ongan, hug til at flyta seg frá upprunafatan síni. Táið viðkomandi skilti, at fatan hansara kundi hava við sær politiskar komplikatiónir, so ringar, at nevndin í ringasta føri fór at mæla til, at fella uppskotið, tók løgmaður ta avgerð, at senda fíggjarnevndini eitt bræv hin 12. apríl 2010, har hann roynir at greiða frá síni støðu. Løgmaður sigur í skrivinum, at hann bara roynir at gera nakrar viðmerkingar, fyri at sleppa undan misskiljingum fyrra svarinum viðvíkjandi.
Nýggju viðmerkingarnar broyta onki við uppruna veruleikan hjá løgmanni, sum er politiskur leiðari hjá 20 av 33 tingmonnum. Soleingi hesi 20 við húð og hár standa aftanfyri løgmann, má gangast út, at hesi eisini stuðla hansara fatan um eitt nú avleiðingina av at taka undir við løgtingsmáli no. 96/2009. Tær eru bara eitt leysligt ískoyti og hann flytir seg heldur ikki eitt vet frá svarinum til skrivliga fyrispurningin frá Kára á Rógvu, tingmanni Sjálvstýrisfloksins.
Sjálvandi kundi ein samd fíggjarnevnd staðfest aðra og røttu fatanina í einum felagsáliti, men politiska støðan í landinum er óvanlig. Soleingi støðan er ógreið, og løgmaður og embætið hansara royna at flyta eftirlitsskylduna við landsstýrismonnum til lóggevandi valdið, ætlar minnilutin ikki at taka undir við uppskotinum. Okkara støða viðvíkjandi eykajáttanum er greið, tær skulu sum meginregla vera útreiðsluneutralar, og í mun til hesa støðu flyta løgmaður og teir tjúgu tingmenninir, ið hava svorið honum treytaleysan politiskan eið, eitt vandamikið ábyrgdarloysi inn í skipanina, har landsstýrismenn virka í mun til eina ”automatiska” blástempling av meir- og ovurnýtslu, táið samtyktir roknskpair gerast nýggjar eykajáttanir.
Annars er minnilutin av tí fatan, at tað er skeiv og vandamikil mannagongd, at tingið velur nýfráfarnar landsstýrismenn til løgtingsgrannskoðarar. Serstakliga táið teir eru trýstir úr starvinum orsakað av skilaleysari ovurnýtslu. Seinasta dømi um hetta prógvar hvør veruliga fatanin hjá løgmanni og samsintum er. Hóast skilaleysa dokumenteraða ovurnýtslu tók samgonguleiðarin ongi stig í mun til sína lóggivnu eftirlitsskyldu táið heilsumálaráðharrin fekk trupulleikar við sínum játtanum fyri ári síðani. Eftir at andstøðan, landsgrannskoðari og landsstýrismálanevnd høvdu virkað við málinum gjørdist politiska trýstið til endans somikið stórt, at viðkomandi av sær sjálvum valdi at leggja frá sær. Tað tænir viðkomandi til heiðurs, men nýggja siðvenjan, har viðkomandi í bráðskundi verður valdur løgtingsgrannskoðari, og skal grannskoða seg sjálvan retrospektivt, tað er ein venja sum ikki má knæðsetast sum ein siðvenja í framtíðini. Samanumtikið fær minnilutin ikki tikið undir við uppskotinum soleingi útinnandi valdið og ein stórur meiriluti av lóggevandi valdinum hevur eina nýggja og øðrvísi fatan av hvør nýggja rættarstøðan er í somu løtu sum tingið hevur samtykt landsroknskapin.
Annars er minnilutin eisini av tí fatan, at tað er óheppið, at løgtingsgrannskoðarar sita sum fíggjarnevndarlimir og nevndarviðgera og í áliti tilmæla eina støðutakan til sínar egnu niðurstøður i uppskotinum til samtyktar. Politisku flokkarnir áttu at tikið betri partar fyri seg hesum viðvíkjandi, og gjørt tað til siðvenju, at persónligt samanfall ikki varð ímillum manningina í løgtingsgrannskoðaranevndini og løgtingsins fíggjarnevnd.