Maðurin var á veg til Íslands við Norrønu, har tollarar fingu illgruna um, at pappírini hjá manninum ikki vóru í lagi. Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at talan er um ein útlending, ein mann í tríatiárunum, sum ikki slapp víðari við Norrønu, og sum nú er í varðhaldi á politistøðini í Havn.
Løgreglan kannar nú, um pappírini kunnu verða falsað.
Um sjeytíðina gjáramorgunin fekk løgreglan boð um, at nógv vatn var á vegnum við tunnilsmunnan á Eysturoyartunlinum í Rossagili á Hvítanesi. Talan var um ein vatnpost, sum var farin at leka.
Vaktleiðarin sigur, at tað sá heldur ógvusligt út, tí har rann so nógv vatn á vegnum.
Tunnilsfelagið fekk boðini, og Tórshavnar Sløkkilið kom á staðið og tók sær av lekanum.