Umleið klokkan 16.15 í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at eldur var í einari stórari gravmaskinu á Vatnaskørðum í Havn.
Løgreglan veit ikki í løtuni, hví eldur kom í, men málið verður kannað. Einki bendir á, at eldurin er ásettur.
Sløkkiliðið kom á staðið, men her var einki at gera, og gravmaskinan kolaðist upp í eldinum.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at hetta helst er ein gravmaskina, sum hevur verið brúkt at velta hagan við.
- Eingin var í maskinuni, tá eldur kom í, og her var tíbetur heldur eingin fólkaskaði, visti vaktleiðarin at siga í morgun.