Enn einaferð fóru André Olsen og hansara menn í dag av vøllinum við fullari úrtøku. HB vann 2-1 á heimavølli ímóti Víkingi eftir 1-0 í fyrra hálvleiki. Hetta var fjórði dysturin síðani venjaraskiftið, og úrtøkan úr hesum fýra dystunum er 10 stig.
HB er nú á triðja plássi. Heiðursmerkjaplássið tykist trygt, tí tað eru átta stig aftur til Víking og B36, sum leygardagin fer at spæla í Vági. Spurningurin er, hvussu langt góða gongdin fer at røkka, tí tað eru tvey stig fram til NSÍ og seks stig fram til KÍ. KÍ og NSÍ hittast í Klaksvík leygarkvøldið.
Víkingur var leingi omaná í fyrra hálvleiki, men tað var HB, sum stutt undan steðginum legði seg á odda. Málskjútti var Jonas Enkerud, sum eftir fríspæling frá álopsmakkaranum Emil G. Petersen lyfti bóltin upp um landsliðsmálverjin millum stólparnar hjá Víkingi.
Tá ið ein tími var farin, var Jonas Enkerud aftur upp á spæl. Higartil í ár hevur hann ikki skorað, og tað hevur verið vónbrot fyri hann og HB, tí tað var fyri at skjóta mál, at HB keypti hann. Í dag varð hann tvífaldur málskjútti. Heini Sørensen royndi seg við innleggi úr vinstru, ein av gestunum kiksaði, tá ið hann royndi at sparka burtur, og so stýrdi norski álopsspælarin við høvdinum bóltin í netið.
-Hetta er ógvuliga hugaligt. Fyri tað mesta kendu vit okkum hava tak á tí, og hóast talan er um somu spælarar, so eru avrikini heilt øðrvísi nú, enn tey vóru fyrr í ár. Tað er stór kapping um plássini og soleiðis eigur tað at vera, sigur miðverjin Bartal Wardum í samrøðu við FM1 útvarpið. Bartal er nú komin fyri seg eftir at hava verið darvaður av skaða. Onkuntíð hevur hann verið ein part av tíðini á vøllinum og ofta hevur hann fyri tað mesta verið á beinkinum.
Í dag var Bartal Wardum í miðverjini saman við Viljormi Davidsen, meðan Heðin Hansen var klókur verjukendur miðvallari.
20 minuttir undan leikloki minkaði Víkingur um munin til 2-1. Ragnar Skála legði innfyri úr høgru, og mitt fyri málinum og úr stuttari fjarstøðu var tað Jákup Johansen, sum við høvdinum setti bóltin í netið. Víkingur royndi at leggja trýst á, men tað eydnaðist ikki at javna.
-Fyri tað mesta var talan um javna uppgerð. Vit eru misnøgdir við málini hjá teimum, tí í báðum førum var verjuspælið hjá okkum alt ov lítið nærlagt, og so áttu vit ikki so ofta at roynt við longum og høgum sendingum í brotsteigin, tá ið vit royndu at javna, tí har vóru millumstøðir, ið vit áttu at brúkt meiri. Síðstu tíðina hava vit tapt tvær ferðir ímóti HB, men annars hava vit vunnið átta dystir, og tað sigur, at tað eftir laka byrjan gongur rætta vegin, hóast vit ikki enn kenna, at spælið flýtur soleiðis, sum tað gjørdi í fjør, staðfestir Sølvi Vatnhamar hjá Víkingi.
HB – Víkingur 2-1 (1-0)
1-0: Jonas Enkerud 44.
2-0: Jonas Enkerud 60.
2-1: Jákup Johansen 71.
Dómari: Alex Troleis
HB: Bjarti Vitalis Mørk – Mathias Voss, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen, Ási P. Dam – Heini Sørensen, Heðin Hansen, Sammy Skytte, Lassana Faye – Emil G. Pedersen, Jonas Enkerud
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ragnar Skála, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Jónatan Lervig – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Sølvi Vatnhamar, Stefan Radosavljevic – Poul Kallsberg, Jákup Johansen, Olaf Bárðarson
KÍ | 11 | 10 | 1 | 0 | 38 | 5 | 31 |
NSÍ | 11 | 9 | 0 | 2 | 49 | 13 | 27 |
HB | 12 | 8 | 1 | 3 | 26 | 22 | 25 |
B36 | 11 | 5 | 2 | 4 | 16 | 15 | 17 |
Víkingur | 12 | 4 | 2 | 5 | 14 | 13 | 17 |
EB/Streymur | 11 | 4 | 2 | 5 | 11 | 19 | 14 |
B68 | 11 | 3 | 2 | 6 | 11 | 25 | 11 |
07 Vestur | 11 | 2 | 1 | 8 | 15 | 20 | 7 |
FC Suðuroy | 11 | 2 | 0 | 9 | 5 | 27 | 6 |
TB | 11 | 1 | 3 | 7 | 9 | 35 | 6 |
Leygardagin 31. mai
KÍ – NSÍ: Eiler Rasmussen kl. 19.00
EB/Streymur – 07 Vestur: Leivur Zachariassen kl. 17.15
B68 – TB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 17.15
FC Suðuroy – B36: Árni Brandson Petersen kl. 15.00