Sambært Reuters siga pólsku myndugleikarnir tó, at enn ber ikki til við vissu at staðfesta, júst hvat slag av missili talan er um, ella hvør skeyt tað.
– Allar ábendingar benda á, at talan var um eitt Kh-101 ballistiskt missil, men vit vilja vera hundrað prosent vís í, hvat slag av missili tað var, og hvør sendi tað avstað, segði Donald Tusk.
Hann heldur kortini ikki, at Pólland var ætlaða málið.
Eftir hendingina funnu løgreglan og herurin eitt umleið tíggju metrar breitt spreingihol og leivdir, sum mett verður stava frá missilinum. Hendingin fór fram nær við bygdina Tarnawa-Kolonia í landsynningspartinum av Póllandi, stutt frá ukrainska markinum.
Pólland er limur í Nato, og sambært Reuters vóru ovasti herleiðarin hjá Nato í Evropa og pólski verjuleiðarin skjótir í sambandi við hvønn annan eftir hendingina. Nato og Pólland virkjaðu bæði loftverju og aðrar verjuskipanir.
Nato sigur, at verjusamgongan framvegis fer at taka øll neyðug stig fyri at verja Nato-økið.
Ukraina hevur samstundis boðið Póllandi hjálp við kanningunum. Ukrainskir myndugleikar hava drúgvar royndir við at eyðmerkja russisk missil eftir meira enn fýra ára kríggj.
Donald Tusk fer í dag at vitja økið, har missilið datt niður.











