Illveður í Madrid: - Haldið tykkum við hús í dag!

Heitt verður á fólk í spanska høvuðsstaðnum í dag um at lata akførini standa og ikki at fara út at koyra.

Í dag er reyð ávaring fyri áarføri í spanska høvuðsstaðnum, Madrid, og borgarstjórin heitir á íbúgvarnar í býnum um at halda seg við hús.

 

- Orsakað av sera sjáldsomu støðuni, har útlit eru til, at vit fara at seta met í regni, heiti eg á fólk í Madrid um ikki at fara út í dag.

 

Soleiðis skrivar borgarstjórin í Madrid, Jose Luis Martinez-Almeida, á X, sum áður kallaðist Tvitter.

 

Tað er tíðindastovan, Reuters, sum endurgevur borgarstjóran.

 

Sagt verður, at reyða ávaringin er galdandi fyri regiónirnar, Madrid, Toledo og býin, Cadiz.

 

Myndugleikarnir í Madrid hava eisini sent út tekstboð til íbúgvarnar, har ávarað verður um floym.

 

Heitt verður eisini á fólk um at lata akfør standa og ikki at fara út at koyra í spanska høvuðsstaðnum í dag. 

 

LaLiga-dysturin millum Atletico Madrid og Sevilla, sum skuldi leikast í Madrid í dag, er avlýstur vegna veður, veit Reuters at siga.

 

Ringa veðrið og oysregnið gera eisini um seg fleiri aðrastaðni í Spania í dag, sum vit helst fara at hoyra meira um seinni í kvøld.