Bethune, Frakland: - Tað er einki at ivast í. Tað verður ein fantastisk uppliving, og hon verður ikki verri, nú onkur ávísur spælari er komin afturat hópinum hjá teimum. Tað er jú nakað av tí størsta, sum tú kanst uppnáa, tá tú skalt spæla móti slíkum stjørnum. Soleiðis ljóða boðini frá Óla Johannesen, tá vit undir seinnu venjingini hósdagin spurdu hann um avbjóðingina, sum nú stendur fyri framman.
Og tað ljóðar eisini, at talan verður um fult stadion, nú Zidane og aðrir aftur eru við?
- Tað merkir so bara, at upplivingin og stuttleikin verður enn størri, staðfestir Óli.
Gekk væl á Tórsvølli
Men hóast glitrandi umstøðurnar kring dystin, so staðfestir Óli, at fyrireikingarnar hjá sær og viðspælarunum ikki verða stórt øðrvísi, enn tær plaga at vera.
- Tær broytast ikki stórvegis. Sjálvandi er tað í tonkunum, at túsundtals fólk hyggja, og at hesin og hasin eru við á mótstøðuliðnum. Men hjá okkum er støðan tann sama. Tað er at halda fast um spælistílin og tær avtalur, sum vit hava gjørt. Óansæð um talan er um Sveis, Írland ella Frakland, so vita vit av, at vit koma undir eitt stórt trýst.
Men tá tit spældu í Føroyum móti Fraklandi, høvdu tit leingi eitt gott tak á franska liðnum?
- Sjálvur haldi eg, at vit spældu ein ótrúliga góðan dyst ta ferðina. Vit vóru væl við í fyrra hálvleiki, og tá teir vóru 10 mans, sá tað í løtum út til, at vit kundu trýsta teir.
Men ambitiónirnar til dystin hesaferð eru kanska ikki til eina endurtøku av tí avrikinum?
- Tað verður helst trupult, um vit ætla okkum at trýsta teir niðan í egnan brotsteig. Men hinvegin er so heldur ikki ætlanin, at vit skulu standa í verjuni og lossa burtur alla tíðina. Tað vita vit í øllum førum verður ov tungt í 90 minuttir. Okkara setningur er at halda fast í bóltinum, tá vit einaferð fáa fatur í honum, og so mugu vit jú vita, hvat kann spyrjast burturúr.
Avrikið alt at siga
Skal tosast um skránna, sum landsliðið hevur, so skerst ikki burtur, at dysturin liggur væl fyri. Ikki minst tí føroyska kappingin hevur verið í gongd so leingi.
- Vit burdu í øllum førum verið væl fyri, hóast tað ikki skal skiljast soleiðis, at vit halda okkum vera betri fyri enn hinar. Men tað er í øllum førum nakað nógv betri, enn um dysturin varð spældur í mars mánaði.
Soleiðis tykjast vánirnar hjá Óla at vera góðar undan dystinum, men tá tosað verður um, hvat eitt gott úrslit er hjá liðnum, leggur hann ikki so nógv í at svara.
- Eg tími so ikki at tosa um stig ella mál. Klára vit at gera ein góðan innsats - kanska eins góðan sum seinast móti Fraklandi - so er tað gott. Ta ferðina skuldu vit reisa okkum eftir eitt vánaligt úrslit móti Sveis, so støðan er kanska ikki heilt ólík hesaferð, staðfestir liðformaðurin.