Indari fór í russiska herin fyri at sleppa undan fongsli.

Ein 22 ára gamal indiskur lesandi er varðhaldsfongslaður av ukrainskum hermonnum, eftir at hann skal hava verið í russiska herin, skrivar BBC.

Í einum videobroti á Facebook sigur 22 ára gamli maðurin, at hann varð handtikin og varðhaldsfongslaður í Russlandi, har hann fekk bjóðað at gera hertænastu. Embætisfólk frá yvirgangsdeildini (ATS) í indiska statinum Gujarat vátta fyri BBC, at maðurin er varðhaldsfongslaður í Russlandi. (© Skíggjamyn av Facebook)

Sambært mammuni fór hann til Russlands í januar 2024 at lesa, men varð handtikin fyri at hava rúsevni og fekk valið millum sjey ár í fongsli ella hertænastu.

- Eg veit ikki, hvussu hann endaði í Ukraina. Eg fann bara útav tí gjøgnum eitt video á neitnum, sigur hon.

Í videobrotinum, sum ukrainski herurin deilir, sigur sonurin, at hann valdi at berjast fyri Russlandi fyri at sleppa undan fongsli.

Indiska stjórnin kannar málið og heitti í farna mánaði á Russland um at senda 27 indarar, sum eru skrivaðir inn í herin, heim aftur.