Nú Ingálvur er farin, er ein býarmynd í høvuðsstaðnum burtur, Føroyar hava mist sín størsta listarmann, ein tann størsta tenorrøddin nakrantíð í Føroyum er tagnað, og føroyingar allir kenna seg hava mist ein vinsælan og lítillætnan landsmann, sum dugdi so ógvuliga væl at lyfta onnur upp og fram og sum setti størstu krøvini til sín sjálvs.
Ingálvur var føddur 18. desember í 1920, og hann var havnarmaður. Foreldrini vóru Christina og Jens av Reyni. Tey vóru bæði havnarfólk. Mamma Christinu, Inga, gjørdist einkja í 1883, tá ið maður hennara, Jens Pauli, gekk burtur. Í 1907 bygdi hon á trøðni, og tá ið hon og døtrarnar fluttu niðan á trøðna - húsini vóru eitt sindur niðanfyri har bilstøðin Auto er - segði hon grannunum farvæl, tí nú flutti hon so mikið langt út um býin, at tað kundi ikki roknast við, at tey fóru at síggjast so ofta!
Í millumkrígstíðini varð trøðin stykkjað út. Christina og Jens av Reyni vóru millum tey, sum búsettust har, og síðani hevur økið verið nevnt á Ingutrøð. Tíverri er hetta heitið ikki varðveitt sum gøtunavn, men tey, sum eru uppvaksin har á leið, eru ógvuliga tilvitað um, at tey eru av Ingutrøð.
Christina og Jens av Reyni fingu tríggjar dreingir. Jens Pauli var føddur í 1913, Sigird í 1916 og Ingálvur í 1920. Teir búsettust allir í Havnini, og Ingálvur var tann síðsti, sum fór um sýnina. Jens Pauli doyði í 1988, og Sigird doyði í 1994.
Eftir skúlaárini sigldi Ingálvur eitt sindur við farmaskipi. So fór hann til Herluf Arnason at læra bókbinding. Hann hevði hug og hegni at tekna, og hóast tíðirnar vóru fátæksligar í tríati árunum, og hóast vánirnar fyri at hava møguleika at liva av listini ikki vóru av teimum bestu, so fór Ingálvur í november 1938 til Keypmannahavnar. Har gekk hann í fýra ár hjá Bizzie Høyer. Málið var at sleppa á Kunstakademiið, og í 1943 gjørdist hann næmingur har og lærdi fyrst hjá Kræsten Iversen, professara, og síðani hjá Akseli Jørgensen, professara.
Í 1989 kom bók út um Ingálv av Reyni. Hon var dagførd givin út aftur í 2000. Tey, sum løgdu til rættis, vóru Amariel Norðoy, Dorthe Juul Myhre, Gunnar Hoydal og Jógvan Isaksen. Gunnar Hoydal lýsir í stórari grein Ingálv ógvuliga væl. Í hesi bókini verður nógv gjørt burturúr, hvussu listarliga leiðin myndaðist, og nógv av stóru verkunum hjá Ingálvi eru endurgivin.
Tá ið kríggið var lokið, leitaði Ingálvur av Reyni sær í desember í 1945 heimaftur til Føroya. Gunnar veit eitt nú at siga, at Ingálvur onga mynd seldi fyrsta hálvt annað árið, eftir at hann var komin aftur til Føroya. Í 1947 hevði hann saman við Elinborg Lützen og Bent Restorff sína fyrstu framsýning. Tey seldu fyri 1500 krónur í part, sum varð hildið at vera væl. Tá lá ein vanlig ársløn um sjey túsund krónur.
Gunnar sigur eisini, at Ingálvur droymdi ongantíð um, at tað skuldi bera honum til at liva av at mála. Men soleiðis varð tað kortini. Ikki minst tí Føroya Listarfelag varð stovnað, og tí at bankar og stovnar - ikki minst stjórin í Føroya Banka Svend Aage Nonnegaard - løgdu seg eftir at keypa føroysk listarverk.
12. januar í 1946 giftist Ingálvur við Elsu fødd Thomsen og ættað úr Skemmuni í Porkeri. Hon hevði lært til sjúkrasystir á Sundby hospital á Amager undir krígnum. Nógvu tey fyrru árini búðu tey í barnaheiminum hjá Ingálvi á Ingutrøð. Jens av Reyni var deyður 5. juni í 1948, og mamma Ingálv, Christina, búði hjá yngsta soninum, inntil hon doyði 19. januar í 1981.
Børnini hjá Elsu og Ingálvi eru: Kári føddur í 1946, Gunnvør fødd í 1948, tvíburðarnir Eyðun og Árni føddir í 1951, Ingi føddur í 1952, Ása fødd í 1955 og Inga fødd í 1962. Ingi doyði í 2001. Gunnvør býr í Danmark, og øll hini búgva í Havnini.
Ingálvur málaði tey fyrstu árini heima við hús á Ingutrøð. Í 1966 bygdi hann á Lützenstrøð, og har hevði hann atelier. Í 1974 fluttu Elsa og hann niðan hagar at búgva.
Ingálvur var trúgvandi maður, og hesin veruleikin hevði avgerandi týdning fyri hansara lív, arbeiði og medferð. Inntil Ingálvur fylti hálvt hundrað, var hann sunnudagsskúlalærari í Ebenezer. Hann hevði hjartað á rætta staðnum, og sera góðu evnini at eygleiða og siga frá komu honum til góða. Hann hevði eisini serligt hegni at leiða felagssangin.
Í mong ár var Ingálvur tenorur í Ebenezerkórinum. Hann sang eisini einsamallur, og fyrst í seksti árunum skipaði William Sloan, sáli, sum hevði Radio El, fyri plátuupptøkum. Ingálvur sang einsamallur á trimum plátum, og á einari sang hann saman við Sunnuvu Háberg. Á LP plátuni, sum Dupultkvartettin í Ebenezer gav út, var Ingálvur gestasangari, og eisini Evangeliska Røddin eigur nógvar upptøkur við Ingálvi av Reyni. Útvarpið skipaði fyri fleiri upptøkum. Ofta hevur Ingálvur upp undir páskir verið at hoyrt syngja passiussálmarnar hjá íslendinginum Hallgrimi Péturssyni. Victor Danielsen umsetti teir, og Ingálvur sang einar tíggju teirra inn á band.
Ingálvur luttók á einari ørgrynnu av listarframsýningum. Bæði í Føroyum og uttanlands og saman við øðrum og einsamallur. Í Føroyum mundi ein tann størsta framsýningin vera 80 ára afturlítandi framsýningin, sum hann hevði í Listarskálanum fyri fimm árum síðani, og millum stóru framsýningarnar uttanlands teljast afturlítandi framsýningarnar á Bornholm í 1992 og í Randers í 1997.
Fyri listarligu avrik síni varð Ingálvur fleiri ferðir heiðraður. Millum størstu viðurkenningarnar vóru Eckersberg medaljan, sum hann fekk í 1986, og Thorvaldsens medaljan, sum hann fekk í 2000. Ingálvur er einasti føroyingurin, sum hevur fingið hesa seinast nevndu viðurkenningina, sum verður roknað at vera tann størsta í Danmark. Í 2000 fekk Ingálvur mentunarvirðisløn landsins.
Fyri nøkrum árum síðani ætlaði Tórshavnar býráð at gera Ingálv til heiðursborgara. Teir søgdu Ingálvi frá ætlanini, men Ingálvur var avgjørdur, tá ið hann bar seg undan hesum heiðrinum, sum bara tveir havnarmenn áður hava fingið. Teir vóru M. C. Restorff og William Heinesen.
Ingálvur av Reyni fer til gravar úr Ebenezer mikudagin klokkan 13.