Ingibjørg eigur bestu dreingirnar

Nýggi báturin hjá Havnar Róðrarfelag vann barnaróðurin við dreingjum á jóansøku

Tað vóru somu bátarnir, sum vunnu heiðursmerki í barnaróðrinum hjá dreingjum á jóansåøku, sum vunnu á norðoyastevnu, og teir fóru um málið í somu røð.

Nýggi báturin hjá Havnar Róðrarfelag var fremstur, Falkur úr Hósvík var næstfremstur, og Firildur hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag endaði á triðja plássi.

Fjarstøðan millum tveir teir fremstu var stívliga tvey sekund, og millum tveir teir næstu eitt stórt sekund.

1 Ingibjørg 02.30.14

2 Falkur 02.32.20

3 Firildur 02.33.20

4 Tjaldrið 02.36.15

5 Jallurin 02.40.10

6 Beinta 02.42.18

7 Ternan 02.42.44

8 Svalan 02.45.00