Ingibjørg vinnur og vinnur

Genturnar hjá Havnar Róðrarfelag vunnu í dag fjóðru kappingina á rað í barnaróðrinum

Eingin stendur gentunum hjá Havnar Róðrarfelag kurl í barnaróðrinum.

Í dag vunnu tær fyri fjórðu ferð á rað. Harvið hava tær vunnið allar róðrarnar, sum hava verið higartil í summar.

Líkindini at kapprógva eru góð í Fuglafirði. Tað er slætt, og tað er stilt. Tó hevði tað sjálvandi verið hugaligari, um tað ikki hevði regnað so nógv, sum tað ger ídag.

Ingibjørg var tað mesta av einari hálvari bátslongd frammanfyri Firvald hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, sum var ein hálvan skut undan Pílinum hjá Róðrarfelagnum Knørri. Spógvin hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ var bara eina stóra sponn aftanfyri Pílin.

1 Ingibjørg 02.46.03

2 Firvaldur 02.47.35

3 Pílur 02.48.27

4 Spógvin 02.48.36

5 Svalan 02.49.24

6 Fúgvin 02.50.03

7 Sílið 02.53.26

8 Fípan Fagra 02.54.38

9 Falkur 02.55.11

10 Havfrúgvin 02.56.12

11 Knúkur 02.56.29

12 Ørnin 03.01.47

13 Kollur 03.02.04