Ingrid og Magni í Smiðjuni

Fríggjadagin letur danska listakvinnan Ingrid Møller upp framsýning, har hon sýnir fram saman við Magna Dalsgaard.

Fríggjadagin 14. november letur danska listakvinnan Ingrid Møller upp framsýning sína ”Farverige Færøerne” í Smiðjuni í Lítluvík, har hon sýnir fram saman við Magna Dalsgaard.

 

Ingrid Møller er kend í Føroyum. Hon hevur búð í Føroyum og hevur seinastu árini havt fleiri framsýningar í Føroyum. Hon er útbúgvin á Danmarks Design Skole, Århus Kunstakademi, Den grafiske skole i Århus og Kunstskolen Spektrum í Keypmannahavn. Hon hevur eisini diplomútbúgving í  myndalist og didaktik.

 

Magni Erlingsson Dalsgaard er útbúgvin á Kunstakademinum í Keypmannahavn. Hann er autodidaktiskur teknari og hevur eitt nú myndprýtt bøkur og verið blaðteknari. Hann er kendur fyri sínar karikaturtekningar, og í samband við framsýningina hevur hann workshop í karikaturtekning. Ingrid og Magni eru fyrrverandi starvsfelagar á Team’85.

 

Framsýningin í Smiðjni í Lítluvík verður frá 14.-18. november og er opin frá klokkan 12-18. Fernisering verður fríggjadagin 14. november klokkan 14.