Maðurin, sum í síni tíð stovnaði heimsfevnandi møblaketuna, IKEA, flytur nú heimaftur til Svøríkis, eftir at hann hevur búð uttanlands í 40 ár.
Ingvar Kamrad, sum er 87 ára gamal og sambært Bloomberg heimins fimtríkasti persónur, skal sostatt rinda skatt í Svøríki.
Hann fer at rinda skatt av síni inntøku, akkurát sum øll onnur í Svøríki, men annars hevur flytingin ikki ávirkan á onnur skattlig viðurskifti, sigur ein talsmaður fyri IKEA-stovnaran.
Alt bendir á, at tað verður fram ímóti ársenda, at Ingvar Kamprad flytur heimaftur til Svøríkis, og sum skilst, ætlar hann at búgva á einum garði uttan fyri Älmhult.
Fyri kortum tók sonur hansara, Mathias Kamprad, við sum ovasti leiðari í máttmikla felagnum, Inter IKEA Group, men framvegis situr pápin í veruleikanum enn við stórum parti av avgerandi valdinum í fyritøkuni.