Klokkan 8 í gjáramorgunin fekk løgreglan eina fráboðan um, at innbrot hevði verið á bryggjarínum OY á Hálsi í Havn. Greitt er ikki í smálutir, hvat er tikið, men greitt er, at innbrotstjóvarnir hava ætlað at 'beríkað' seg, sum vaktleiðarin á politistøðini málber seg í morgun. Hann vil ikki í smálutir, tí løgreglan arbeiðir við málinum.
Í gjár vórðu gjørdar ferðkanningar í Vágum, hetta var norðan fyri Sandavág. Har vórðu trý mál skrivað. Tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið og ein stendur til treytaða frádøming av koyrikortinum, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.