Náttina til sunnudagin kom Eysturoyar Vaktarhald fram á tveir menn, sum vóru í gongd við at bróta inn í Føroya Sparikassa í Saltangará. Klokkan var gott 5.30 á morgni, tá Eysturoyar Vaktarhald uppdagaði, at tveir menn vórðu í holt við at taka eina rist frá til ventilatiónina í kjallarahæddini hjá Sparikassanum. Teir vóru væl ávegis til at koma inn, tá vaktarhaldið fekk eyga á teir. Teir báðir menninir uppdagaðu tó, at teir vóru sæddir, so teir hildu til beins.
Løgreglan í Runavík veit tó, hvørjir menninir eru; teir eru ikki tiknir enn, men fer hetta at henda skjótast gjørligt.
Revsingin fyri at bróta inn á peningastovnar kann vera heilt frá bót til fongsulsrevsing uppá fýra ár um talan er um heilt grov innbrot. Tó var talan ikki um nakað álvarsamt innbrot um vikuskiftið, tí menninir vóru jú ikki komnir inn í sparikassan.
? Brotsmenninir eru tveir kenningar hjá løgregluni her í Runavík, so teir kunnu vænta sær eina hampuliga revsing, sigur vakthavandi á politistøðini í Runavík.