Inntøkan minkar fimm milliónir

Avgjaldið, sum ætlanin er at leggja á bensin og allar aðrar oljuúrdráttir, sum verða seldir í Føroyum, fer ikki at geva heilt so nógvar inntøkur, sum ætlanin var upprunaliga. Endamálið við avgjaldinum var at útvega landskassanum eina eyka inntøku upp á 40 milliónir, men nú er greitt, at inntøkan verður fimm milliónir lægri.

Ein orsøk til tað er, at eftir altjóða sáttmálum skal flúgvarabensin verða frítikið fyri avgjøld.

Tað er somuleiðis eisini greitt, at útlendsk skip, sum bunkra í Føroyum, skulu heldur ikki betala avgjald.

Hinvegin skulu øll skip, sum bunkra tungolju og gassolju í Føroyum, betala avgjald, eisini tey í FAS.

Ein atfinning hevur nettupp verið, at føroysk og útlendsk skip skuldu betala avgja, tí mett var, at so fóru tey bara at bunkra aðrastaðni og so mistu vit tær inntøkurnar. Men nú sleppa útlendsk skip so undan at gjalda.

Annars hevur Fíggjarmálaráðið upplýst fyri fíggjarnevndini, at helvtin av gassoljuni, sum verður seld í Føroyum, fer til húsarhald og virki og hin helvtin fer til skip.

Av teirri helvtini, sum fer til skip, fara 10% til útlendsk skip, sum bunkra í føroyskum havnum.

Annars verða seld eini 105.000 tons av tungolju á føroyska marknaðinum um árið. Eini 45.000 tons fara til SEV. Av restini, sum er 60.000 tons, verður ein triðingur verður seldur til útlendsk skip, sum bunkra í Føroyum.

Annars vísir talvan, hvussu nýtslan av oljuúrdráttum er í Føroyum.