Sambært Reuters kemur útmeldingin, eftir at USA og Iran hava tikið uppaftur hernaðarligu álopini.
Iran sigur, at fleiri amerikonsk stig – millum annað at taka aftur eina fyribils loyvisskipan til sølu av iranskari olju – gera “týðandi og grundleggjandi partar” av felags semingsskjalinum virkisleysar. Samstundis vísir Teheran á ísraelsk álop í Libanon.
Týskvøldið og mikunáttina framdi amerikanski herurin fleiri álop móti málum í Iran. Sambært USA vóru álopini svar upp á iranskar atsóknir móti altjóða handilsskipum í Hormuzsundinum.
Síðani hevur Iran svarað aftur við álopum móti Bahrain og Kuwait, og mikumorgunin vóru framvegis fráboðanir um spreingingar í økinum.
Ein ónevndur amerikanskur embætismaður segði við CNBC, at Iran bert fær ágóðan av avtaluni, um landið “ber seg væl at”.
USA og Iran gjørdu í miðjum juni eina fyribils semingsavtalu, har partarnir skuldu samráðast um eina varandi friðaravtalu innan 60 dagar. Tey samdust eisini um at steðga við álopum hvør móti øðrum, men báðir partar hava síðani skuldsett hvønn annan fyri at bróta avtaluna.
Qatar, sum hevur verið ein týdningarmikil semingsmaður, fordømdi mikudagin iransku álopini móti Bahrain og Kuwait og heitti á partarnar um at velja samráðingar fram um hernaðarliga upptrapping.











