Iran krevur ítøkilig úrslit frá USA

Iran fer ikki at góðtaka eina avtalu við USA, uttan so at landið fær ítøkiligar trygdir fyri, at ironsk rættindi verða vird.

Mohammad Baqer Qalibaf er høvuðssamráðingarmaður hjá Iran í samráðingunum við USA. Hann sigur, at Iran krevur ítøkilig úrslit og trygdir, áðrenn landið tekur undir við einari avtalu. (Savnsmynd: Amr Abdallah Dalsh/Reuters)

Tað segði formaðurin í iranska parlamentinum og høvuðssamráðingarmaðurin, Mohammad Baqer Qalibaf, sambært iransku tíðindastovuni Irna í dag.

– Vit hava einki álit á orð og lyfti frá fíggindanum. Eina og aleina mátistokkin hjá okkum eru ítøkilig úrslit, áðrenn vit sjálvi uppfylla okkara skyldur, segði hann.

Qalibaf legði afturat, at Iran ikki fer at taka undir við nakrari avtalu, uttan so at rættindini hjá iranska fólkinum verða tryggjað.

Útmeldingin kemur mitt í samráðingunum millum Iran og USA um eina møguliga avtalu, sum skal minka um spenningin millum londini.

Fríggjadagin skrivaði amerikanski miðilin The New York Times, við støði í ónavngivnum embætisfólkum, at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur hert amerikonsku krøvini í einum nýggjum uppskoti til avtalu.

Hóast fleiri fráboðanir seinastu vikurnar um framstig í samráðingunum, er enn eingin endalig avtala komin upp á pláss.

 

Mohammad Baqer Qalibaf er høvuðssamráðingarmaður hjá Iran í samráðingunum við USA. Hann sigur, at Iran krevur ítøkilig úrslit og trygdir, áðrenn landið tekur undir við einari avtalu. (Savnsmynd: Amr Abdallah Dalsh/Reuters)