Tað skrivar tíðindastovan AFP.
Araghchi segði við komuna, at tað var USA sum hevði skuldina av, at enn einki var komið burtur úr friðarsamráðingunum millum Iran og USA.
– Atgerðirnar hjá USA førdu til, at fyrra samráðingarumfarið - hóast framgongd - ikki náddi málunum orsakað av umfatandi krøvunum, segði hann.
Í gjár skrivaði amerikanski miðilin Axios, at Iran umvegis pakistanskar miðlarar hava sent USA eitt nýtt uppskot, sum skuldi lata Hormuzsundið uppaftur og enda kríggið millum USA og Iran.
/Ritzau/










