Tíðindastovan NTB veit í kvøld at siga, at iranski uttanríkisráðharrin nú er farin úr Islamabad í Pakistan.
Sambært iranska uttanríkisráðnum er hetta aðru ferð í eitt samdøgur, at Abbas Araghchi fer úr Islamabad.
Nú er hann á veg til russiska høvuðsstaðin, Moskva.
Iranski sendimaðurin í Moskva, Kazem Jalali, sigur, at Abbas Araghchi eftir ætlan skal hitta russiska forsetan, Vladimir Putin.
NTB veit at siga, at millum vitjaninar í Islamabad, var iranski uttanríkisráðharrin á einari ferð í Oman.
Vit kunnu leggja aftrat, at mong bíðaðu eftir og vónaðu, at samráðingar fóru at verða millum Iran og USA í Islamabad.
Men, hetta varð av ongum á hesum sinni.
Hinvegin kunnu vit vóna, at okkurt liggur eftir í Pakistan, sum kann loysa upp fyri einari friðarligari loysn á stríðnum millum Iran og USA.











