Føroyingauppgerð var í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í dag.
Sandnes ULF við Olafi Bárðarsyni og Gullbrandi Øregaard á liðnum tók ímóti Strømsgodset, ið hevði Mattias H. Lamhauge í málinum. Tíverri mátti Gullbrandur av vøllinum við einum skaða miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Elias Hoff Melkersen legði Strømsgodset á odda, tá 62 minuttir vóru leiktir av dystinum, tá hann gjørdist leysur í brotsteiginum.
Í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat gjørdi fyrrverandi B36 og HB-leikarin, Sebastian Pingel sjálvmál. Pingel stútaði bóltin í egið mál aftaná hornaspark.
Strømsgodset er nummar seks í deildini við sjey stigum. Sandnes ULF er nummar níggju við fýra stigum.
HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum Sandnes ULF-Strømsgodset 1-1 (0-0):
##med2##











