Tað var um reppið, at føroyska manslandsliðið í hondbólti fekk javnleik móti Íslandi í Laugardalshøllini í Reykjavík í kvøld.
Dysturin endaði við teprum 30-29 sigri til Ísland. Dagin fyri vann Ísland 39-24 (19-15).
Íslendski landsliðsvenjarin viðgongur í samrøðu við Morgunblaðið, at føroyska sjey móti seks álopsspælið voldi honum og liði hansara stór høvuðbrýggj: - Vit funnu ikki nóg góð aftursvar til álopsspæl teirra, staðfestir Snorri Steinn Guðjónsson.
Snorri er tó sera fegin um báðar venjingardystirnar, ið vóru seinastu heimadystirnir hjá Íslandi undan EM-endaspælinum í Týsklandi í januar.
Ísland spælir tveir venjingardystir móti Eysturríki fyrst í januar áðrenn EM-endaspælið. Føroyar spæla tveir venjingardystir móti Belgia á heimavølli fyrst í januar, áðrenn ferðast verður til Týsklands til søguliga fyrsta EM-endaspælið hjá landsliði okkara.