Á myndini her omanfyri veittrar svenski veðurlagsaktivisturin, Greta Thunberg, úr einum av bátunum, sum eru á veg móti Gazageiranum.
Málið hjá skipafylginum er at bróta ísraelska stongsulin og veita humanitera hjálp í krígsherjaða og hungursrakta økinum.
Ísrael sigur, at skipafylgið - ella konvoy'in - sum er á veg við Gretu Thunberg og øðrum aktivistum á odda, er eitt "jihad-initiativ", sum tikið verður til.
Útlendskir miðlar skriva, at fleiri tíggjutals skip og bátar eru áveg móti Gazageiranum, og ætlanin er at bróta ísraelska stongsulin av økinum.
Ætlanin er at skipa eitt hjálparátak gjøgnum ein geira til krígs-og hungursraktu økini í Gazageiranum.
Millum luttakararnar á ferðini, sum er fyriskipað av Global Sumud Flotilla (GSF), eru umframt Gretu Thunberg, eisini svenski ríkisdagslimurin, Lorena Delgado Varas.
Sagt verður, at fransk/ palestinski ES-parlamentslimurin, Rima Hassan, eisini er við á ferðini.
Ísrael sigur, at skipafylgið hevur samband við tað, sum Ísrael rópar terror.
- Hetta er ikki humanitert. Hetta er eitt jihad-átak, sum tænir yvirgangsbólkinum (Hamas), skrivar ísraelska uttanríkisráðið á X, fyrrverandi Twitter.
Ákærurnar úr Ísrael koma eftir, at nakrir av limunum í stýringsbólkinum fyri GSF (Global Sumud Flotilla) eru avmyndaðir saman við umboðum fyri eitt nú Hamas og Islamisk Jihad.
Allir hesir bólkar verða av eitt nú USA og ES skýrdir at vera yvirgangsbólkar.