Ísraelskar herdeildir eru nú í Gazabýi

- Okkara herdeildir eru komnar inn um útryðjuna av Gazabýi, sigur Benjamin Netanyahu sambært Reuters.

 

 

 

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sigur seinnapartin í dag, at ísraelskar herdeildir nú eru inni í ytru pørtunum av Gazabýi.

 

Tað veit tíðindastovan Reuters at siga.

 

- Vit eru í hæddini av stríðnum. Tað gongur væl, og okkara deildir eru nú komnar inn um útryðjuna av Gazabýi, sigur forsætisráðharrin.

 

Fyri slakari viku síðan boðaði Ísrael frá, at landið fór at herða álopini á Gaza.

 

- Í vikuni hava fleiri samanbrestir verið millum ísraelsk herfólk og deildir hjá Hamas í Gazageiranum, veit Reuters at siga.

 

Dagføring:

 

Í kvøld skrivar tíðindastovan AFP, at ísraelskar herdeildir hava kringsett Gazabý. Tað sigur ein talsmaður fyri israelska herin, Daniel Hagari, við tíðindastovuna.

 

Lagt verður aftrat, at harðir bardagar eru í kvøld millum ísraelskar deildir og Hamas-hermenn í býnum.