Isuzu aftur á føroyska marknaðin

Enn eitt bilmerki er komið á føroyska marknaðin. Talan er um Isuzu, sum hava verið seldir í Føroyum fyrr, men tað eru nú nógv ár síðan.

 

Tað eru bilasølurnar Norcar og Norðbil, sum hava fingið umboð fyri Isuzu, sum er elsti framleiðari av vørubilum í Japan og ein av heimsins størstu framleiðarum av slitsterkum arbeiðs- og vinnuakførum. Japanska fyritøkan Isuzu Motors var sett á stovn í 1922.  

 

Isuzu bilarnar, sum Norcar og Norðbil selja, eru Isuzu D-Max, sum fáast í útgávunum Extended við hálvaaðru i kabinu og Crew Cab við dupultari kabinu.

 

Motorurin er ein 2,5 l turbodiesel við 163 hk og snúningsmomenti upp á 400 Nm við 1.400 – 2.000 snún/min. Hetta ger, at bilurin orkar sera væl at draga tunkt less í høgari mótbrekku uttan nakrar trupulleikar. Allar útgávurnar hava 3,5 tons sleipiorku og lasta umleið 1 tons. Talan er um ein slitsterkan arbeiðsbil, sum lastar nógv og trekkjur væl. Bilurin hevur við síni høgu fríhædd framúr góðar offroad koyrieginleikar.

Automatisk gear

Tað sum er áhugavert við Isuzu D-Max, ið er ein 4x4, er at hann eisini fæst við automatiskum gearum saman við meira útgerð sum t.d. fult automatiskum klimaanleggi, el-førarasetri, leðurkabinu, bluetooth, sentrallási, hita í setrunum, rullugardinu yvir lastini, bakki kamera, eyka gáttir - regnsensor v.m. Bilurin sær mega gott út við alufelgum sum standard.

 

Isuzu D-Max hevur alt sum vit kunnu vænta av einum nýmótans 4x4 við last – og væl tað. Hann er tann mest økonomiski, bíligasti og best útgjørdi í sínum klassa.