Italia vann á Onglandi eftir brotssparkskapping

Italia er í hálvfinaluni í EM, eftir at teir í kvøld vunnu á Onglandi í fjórðingsfinaluni. Einki mál kom í vanligari leiktíð, og heldur ikki í longdari leiktíð og tí varð farið til brotssparkskapping, sum Italia vann 4-2.

 

Roy Hodgson valdi somu ellivu sum móti Ukraina, men Italia hevði Mario Balotelli og Antonio Cassano í álopinum. Tað gingu bara tveir minuttir, so sendi Daniel De Rossi eitt skot á trýkantin. Tveir minuttir seinni var Glen Johnson nær við, men Gianluigi Buffon fekk hondia á.

 

Størsta møguleikan í fyrra hálvleiki fekk Mario Balotelli, tá Antonio Cassano stútaði bóltin fyri føturnar á honum, men úr stuttri fjarstøðu skjeyt hann bóltin uppum. Í seinna hálvleiki fekk eisini Daniel De Rossi ein risa møguleika, men hann rakti ikki málið.

 

Einki mál kom í vanligari leiktíð og tí var farið til umdyst. Her helt Italia fast um leikliga yvirvágina, men heldur einki mál kom her. Ongland stóð fyri tað mesta í verjustøðu og sparkaði langar bóltar fram til Andy Carroll og Wayne Rooney. Italia hevði bóltin í málinum, men málskjúttin var rangstaddur.

 

Tí var neyðugt at fara til brotsskarpskapping fyri at finna ein vinnara. Italia brendi fyrst, men endaði við at vinna 4-2. Ashley Young og Ashley Cole brendu fyri Ongland. Italia skal nú møta Týsklandi í hálvfinaluni.

 

Ongland – Italia 0-0 (0-0) 4-2 eftir brotssparkskapping

 

Brotssparkskapping:

 

1. Italia – Mario Balotelli: Skorar, Joe Hart velur rætt, men skotið er ov gott 0-1

1. Ongland – Steven Gerrard: Skorar, Til høgru fyri málmannin – eins og Balotelli 1-1

2. Italia – Montolivo: Brennur. Skotið ferð við síðuna av 1-1

2. Ongland – Wayne Rooney: Skorar, eins og Gerradr skjýtur hann til sína egnu vinstru 2-1

3. Italia – Andrea Pirlo: Skorar: lyftur bóltin í besta Panenka stíl í málið. 2-2

3. Ongland – Ashley Young: Brennur, Hart á tvørstongina 2-2

4. Italia – Nocerino: Skorar, róligt til vinstru. 3-2

4. Ongland – Ashley Cole: Brennur, Buffon bjargar til sína vinstru 3-2

5. Italia – Alessandro Diamanti: Skorar trygt. 4-2. Italia víðari

 

Ongland: 4-4-2

Hart - Johnson, Terry, Lescott, Cole – Milner (Walcott 61.min), Gerrard, Parker (Henderson 94.min), Young - Rooney, Welbeck (Carroll 61.min) .

Á bonkinum: Green, Kelly, Baines, Jones, Jagielka, Downing, Oxlade-Chamberlain, Defoe, Butland.

 

Italia: 4-4-2

Buffon – Abate (Maggio 90+1.min), Barzagli, Bonucci, Balzaretti - Pirlo, Marchisio, De Rossi (Nocerino 80.min), Montolivo - Balotelli, Cassano (Diamanti 78.min) .

Á bonkinum: Sirigu, , Chiellini, Ogbonna, Thiago Motta, Di Natale, Giaccherini, Borini, Giovinco, De Sanctis.

 

Dómari: Pedro Proenca (Portugal)