Ivaðist ikki

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Colin Powell, avsannar, at hann hevði hug at halda aftur, tá Bush-stjórnin tosaði um at leypa á Irak

Kendi amerikanski blaðmaðurin og rithøvundurin Bob Woodward skrivar í einari nýggjari bók, at Colin Powell, uttanríkisráðharri, hevði lítlan hug at leypa á Irak, og at hann royndi at draga málið út.
Men tað avsannar Powell.
? Eg ivaðist ikki, og eg royndi ikki at draga málið út. Eg var líka avgjørdur sum hinir í spurninginum um at gera enda á stýrinum hjá Saddam Hussein og tess hópgravum, segði Powell í samrøðu við tíðindastovuna AP í gjár.
Bob Woodwaard gjørdist kendur, tá hann saman við einum starvsfelaga avdúkaði Watergate-gøluna, sum at enda noyddi Richard Nixon, forseta frá. Nú hevur hann skrivað bókina "Plan of Attack" um amerikonsku avgerðina at leypa á Irak.
Í bókini skrivar hann millum annað, at George W. Bush, forseti, tók avgerð um at leypa á Irak longu í januar, og at saudiarabiska sendistovan fekk boðini um avgerðina tann 11. januar. Eisini hetta avsannar Colin Powell. Hann heldur uppá, at avgerðin bleiv ikki tikin fyrr enn í mars, og hann sigur seg ikki vera í iva um, at hann visti líka nógv sum forsetin og hinir ráðharrarnir.