Í kvøld verður fyrsti dysturin í 18. umfari í Betri deildini hjá monnum. Tað er dysturin á Summar Festivalinum millum KÍ og Víking. Fyri heimaliðið er ivamálið, um Simen Sandmæl er førur fyri at spæla.
Norski miðvallarin hevur verið millum bestu spælararnar í landinum í fyrru hálvu. Hann hevur eisini staðið seg væl í dystunum í Evropa, men hevur fingið trupulleikar í rygginum. Hann hevur ikki vant við fullari ferð í vikuni.
##med2##
KÍ verður uttan Deni Pavlovic, ið hevur fingið leikbann í seks dystir, eftir at hann bleiv útvístur móti TB undan summarsteðginum. KÍ vann sunnudagin 3-0 á ÍF í Fuglafirði. Tá spældi Steinbjørn Olsen í miðverjuni. Hann er miðvallarin, men er ein sterkur og høgur spælari. Hetta kundi verið ein loysn í kvøld, nú tá Óli Eyðsteinsson Poulsen og Ólavur Niclasen framvegis eru skaddir.
Hetta er fyrsti dysturin á nýggja vøllinum við Djúpumýru. Tað kemur at seta sín dám á dystin. Undan dystarbyrjan verður vøllurin alment tikin í brúk. Millum annað sigur Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, nøkur orð undan dystarbyrjan.
Betri deildin 18.umfar:
Í dag:
KÍ-Víkingur (18.15) Beinleiðis á FM1
Sunnudagin:
AB-ÍF (15.00) Beinleiðis á FM1
TB-Skála (15.00)
B36-EB/Streymur (15.00)
NSÍ-HB (19.00) Beinleiðis á FM1