Jóan Petur eigur vakrasta seyðin

Í fleiri ár hevur seyðurin hjá bóndanum í Skopun, Jóan Peturi Kjærbo, verið suverenur í seyðasýningum.

Leygardagin var seyðasýning á Sandi, og slakir seksti seyðir vóru við í kappingini um bestu og vakrastu seyðir og hagar í Sandoynni.

 

Aftur hesaferð var tað bóndin í Skopun, Jóan Petur Kjærbo, sum streyk avstað við flestu heiðurslønum fyri vakra seyðin, hann hevur gangandi í Skopun.

 

Pætur Karlonsson Winther sigur við In.fo, at í kappingini um bestu og vakrastu brundseyðir fekk Jóan Petur Kjærbo tríggjar tær fyrstu virðislønirnar, nr. 1, 2 og 3.

 

Ein virðisløn var fyri besta og vakrasta veðrin, sum skal vera veturgamal ella eldri, og eisini her fekk veðrur hjá skopunarbóndanum - ikki bara virðisløn - men úrvalsvirðisløn og grøna sloyfu,

 

Bestu hagar skuldu eisini veljast, og aftur her endaði hagin hjá Jóan Peturi Kjærbo á ovastu rók, meðan hagar hjá bóndanum í Skálavík, Eynari Martin Kjærbo, fingu bæði 2. og 3. virðisløn.

 

Pætur Karlonsson Winther sigur, at áhugin fyri seyðasýning í Sandoynni er minkaður seinnu árini, og hann heldur, at ein orsøk er, at seyðurin hjá Jóan Peturi Kjærbo er so suverenur.

 

- Vit hava óheftan metingarmann her í oynni, tá seyðasýing er, og í prinsippinum veit metigarmaðurin ikki, hvør eigur seyðin, sum verður sýnaður, sigur hann.

 

Pætur Karlonsson Winther sigur, at seyðurin hjá Jóan Peturi Kjærbo er ógvuliga vakur, og bóndin dugir væl at velja tað besta burturúr.

 

- Hesaferð hevði skopunarbóndin einar 10-12 seyðir við á seyðasýningini, flestu vóru hvítir, leggur hann aftrat.