Hann kom í heimin, sum eitt strálandi undur, ið eitt hvørt barn er, sum borið er í heim. Umgyrdur av undran og kærleika, fyrstføddi, við stoltum foreldrum, ommum og abbum og øðrum næstrafólki, sum fevndu hann við heitum kærleika uttalaga á Strondum.
Síðan gingu 2600 mánamorgnar, og nú er hann fimti, situr sum prestur á Gjaranesi innalaga á Strondum, er maður, pápi abbi og ein lívsroyndur strandingur.
Okkara leiðir hava krossast tey seinastu 38 árini, og tað er neppa gingið mánaði í millum, síðan vit gjørdust vaksnir, at vit ikki hava verið í samband við hvønn annan á ein ella annan hátt. Vit eru blivnir knýttir saman, eg veit ikki um tað var avgjørt áðrenn, vit vóru bornir í heim, men her er eitt band sum ikki kann slitna.
Jógvan varð borin í heim eitt sindur fyrr enn eg, og blívur í altíð eitt sindur eldri. Ikki so øgiliga nógv, eg fylli í september. Vit hittust fyrstu ferð, tá íð eg var 11 ára gamal og hann var 12. Tað hendi í tí tá spildurnýggja skúlanum á Strondum.
Eg var komin um alpurnar úr Oyndarfirði, eini lítlari bygd fyri norðan, avbyrgd og umgyrd av høgum fjøllum og út á Strendur at ganga í skúla. Her var vítt til veggja, ikki farvegurin av nøkrum fjall av týdningi, og mann sá heilt til Havnar, har eg ikki hevði verið enn.
Jógvan var komin úr Danmark, har hann hevði verið í útlegd í drúgva tíð fyri sítt ringa oyra og hann stóð eisini fremmandur í hesum nýggja skúlagarði í húgvu niður fyri oyruni, íð ongantíð veik plássið, um so sólin var frammi Vit funnu skjótt saman og tað blívu til fimm ár við síðuna av hvørjum øðrum á skúlabonki. Eg minnist ikki heilt um vit kendust áðrenn, ørminnist um at vit hittust fyrstu ferð á eini summarlegu hjá missiónini í skótahúsinum á Kambsdali. Eg eri so takksamur fyri hesi ár í skúlanum á Strondum. Fyri teir góðu lærarar og serliga fyri Chr. Høj, sum vakti min áhuga at siga søgur og Edmund í Garði, sum vakti mín áhuga fyri skaldskapi. Tveir týdningarmiklir persónar frammanundan, nú eg sjálvur náddi dreyminum at gerast rithøvundur.
Eg siti í morgun og hugsi um hvussu eitt vinarlag verður til. Vit velja okkara vinir og viðhvørt verða vit vald til vinir. Eg haldi eg valdi Jógvan og kanska fann mítt villa sinni frið hjá hesum jarðbundna drongi, sum so væl hvíldi í sær sjálvum. Sissandi var tað at sita við síðuna av honum á skúlabonki og sissandi var tað aftur at sita á skúlabonki saman við honum, tá íð villskapurin var prøvaður av við teir meira villu javnlíkarnar í fríkorterinum í skúlagarðinum.
Eg hevði nógvar aðrar vinir í skúlanum á Strondum. Hetta eru vinir, sum enn eru vinir og sum eg ikki havi samband við. Sambandið millum meg og Jógvan slitnaði ongantíð. Eg eigi eisini vinur av hesum sama ættarliðið úr Stranda skúla sum nú eru deyðir og ligga undir grønu torvu, teir eru eisini enn mínir vinir, hóast teir nú eru sál og einglar og kanska okkurt annað sum eg ikki havi skil fyri. Teir eru gongumenn í einum ævigum heimi, har ongin er vendur aftur, halda vit okkum til orðing Sheakspeares.
Jógvan valdi at lesa gudfrøði. Eg veit ikki nær hetta uppskotið stakk upp á hann. Hann hevði ongar ætlanir um at gerast prestur í sætta og sjeynda flokki og langt inn í realskúlan. Eg haldi at tað var tá hann var komin í Hoydalar at lærusveinagerningurin kallaði. Jógvan hevði nógv meira hug til sjógvin tey fyrstu árini. Kanska gekk tað upp fyri honum, at heilsan loyvdi ikki tí harðbalna sjólívinum, og tá íð hann ikki slapp tað hann vildi, so kundi hann eins væl fylgja útróðrarmonnunum við Genesareth sjógvin, sum gjørdust lærusveinar hjá Jesus Kristusi og fara at veiða menn í staðin. Talan er um veiðu í báðum førum. Hetta eru reinar spekulatiónir frá míni síðu, men tær lýsa lívsleið hansara.
Tær fyrstu prædikurnar vóru tillærdar og nógv merktar av skúlaskapi og síðan fór hann at vaksa. Tað var ein góður skúli hann fekk árini í Ónagerði og hann var væl brynjaður við lívsins viðurskifum og til kallið á Gjaranesi, tá íð hann kom aftur til heimbygdina eftir fleiri ár millum saghvøss fjallatromirnar Eystan Múla.. Hesir seigu norðingar brýndu mannin og góvu honum lívsvísdóm, sum saman við gudfrøðini í Danmark og hansara viðfødda ágrýtni og nærlagni, spakuliga formaðu seg í prædiku, sum byrjaðu at flyta fólk.
Tað er sama prædika, sum Jógvan tilevnar. Tað er bara ein prædika til.Tað er prædikan um Gud í okkum, sum tað æviga, íð var blást í okkum av Guds anda longu i tíðarinnar morgni. Guds andi er ævigur og er óheftur av føðing og deyða. Prædikan kann lætast í ymisk orð, men hon er ikki orð. Orð koma frá tankum, og tankar eru ofta okkara egnu og kunnu tí ógvuliga skjótt ikki vera Guds. Prædikan er Guds orðleysa samrøða við okkum, tá ið vit opna sinnið framman fyri einum sum talar Guds orð. Prædikan er lykilin til Gud í okkum sjálvum og gevur seg til kennar millum okkum kristnu í Jesusi Kristus. Jógvan hevur hesa somu prædiku á amboltinum hvørja viku. Viðhvørt er hon reyðgløðandi, og tað syngur eftir í, tá íð sleggjan evnar hana til. So verður hon køld í mótgangi, av og á í sjókøldum sjógvi, og tá hvørvur hon ikki, men herðist og gevur enn betri bit. Tað er sama prædikan hann sleggjar til eisini til næsta sunnudag. Hon er evnað av Guds anda í nú´inum, her og nú, sum er tað einasta sum er til, tá íð vit tosa um ævinleika. Tað sum veruliga hevur týdning inni í okkum er ævugt, eisini í hesum lívinum, alt hitt ytra forfellir og forgongur.
Eg fari at ynskja mínum góða vini hjartaliga tillukkum við teimum 50 árunum, sum higartil eru komin til hansara. Kanska vit taka 30 ár aftur at saman, kanska fara vit í morgin, tað er fullkomiliga uttan týdning, vit eiga bara dagin í dag og tað æviga, sum var blást í okkara forforfedrar einaferð í fyrdini, og sum gjøgnum lívsseig gen livir í okkum í dag ævigt og ikki fevnt av deyða, men einum friði, sum ikki er av hesum heimi. Hetta verður prædikan hjá Jógvani framyvir, kanska latin í onnur orð, men innihaldið er ævugt og tað sama.
Jógvan er ein góður predikantur Tey sum ganga í kirkju hjá Jógvani fyri at hoyra nakað nýtt, ganga fánýtis. Kanska tey hoyra nýggj orð og nýggjar søgur, men innihaldið er tað sama, um tað góða í okkum, sum altíð er har, evnað av Gudi og er Gud, og síðan tað ónda, sum hevur so góðan hug at kroysta tað góða burtur. Tað er stríðið millum tað góða og ónda Jógvan prædikar og tað fer hann at halda fram við, nú farið er at halla undan á lívsleiðini, ella hevur tað ikki helt undan síðan føðing? Og allíkavæl so hevur tað heldur ongan týdning, tá íð vit bara eiga løtuna her og nú og deyðin eins og føðingin ikki eru annað enn eitt nú í okkara tiðarleysa lívi sum ævigt elskaði undir Guds tríeinda veingjabreiði.
Og tá nú heilsanin er til ein hálvthundrað ára gamlan prest, so verður her higani sagt Amen!
vinarliga
Jústinus Leivsson Eidesgaard.