Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri og í landsstýrismálanevndini, hevur í morgun heitt á landsstýrismálanevndina um at kanna, um Høgni Hoydal hevur logið fyri løgtinginum. Tað váttar hann fyri Norðlýsinum.
Tað er í samband við svarið, sum Høgni Hoydal gav Óluvu Klettskarð, tingkvinnu fyri Tjóðveldi, upp á ein ófráboðaðan fyrispurning í tinginum. Tingkvinnan úr Klaksvík vísti á tað, sum Hanus Hansen, reiðari, hevði sagt, at broytingarnar í fiskivinnulógini fóru at raka hann meint, og hon vildi hava at vita, um reiðarin hevði grein í sínum máli.
Høgni Hoydal svaraði, at anti-trust lógirnar fara ikki at virka afturvirkandi og at tey, sum longu eru í vinnuni fara ikki at missa nakað.
Jógvan Skorheim sigur tó við Norðlýsið, at sambært útrokningum, sum hann hevur sæð, fer lógarbroytingin at ávirka verandi aktørar. Tí hevur hann heitt á landsstýrisnevndina um at kannað svarið frá Høgna Hoydal.