Jógvan S skifti kallimerki, tá hann varð skrásettur av nýggjum í føroyska skipaflotanum. Tí skuldi hann eisini gingið undir somu treytir sum eitt heilt nýtt ella influtt skip, sigur Skipaskrásetingin. Men Skipaeftirlitið heldur ikki, at tað er neyðugt sambært altjóða mannagongdum.
Ymsir myndugleikar eru ósamdir á máli, hvørt tað er loyvt einum skipi at skifta kallimerki, uttan at skipið skal viðgerast sum eitt heilt nýtt skip.
Kallimerkið hjá einum skipi er at meta javnt við persónstalið hjá einum fólki. Tað er sjálvur samleikin hjá skipinum.
So greitt verður tað sett upp, tá greinast skal, hvat kallimerkið hjá einum skipi hevur at týða.
Tá nógv umtalaða skipið, Jógvan S, í síni tíð varð strikað úr føroyska skipaflotanum, varð tað undir navninum Ågot 1 og við kallimerkinum XPZD, Men tá sama skip nakað seinni aftur kom í flotan, var tað við kallimerkinum XPSM.
Tað samsvarar ikki við uppáhaldið um, at talan er um sama skip, siga fólk, sum skil hava á slíkum. Tí kallimerkið er tað sama sum eitt persónstal ella eitt skrokknummar, sum bara hetta eina skipið hevur, veðrur sagt.
P-talið
Kallinummarið verður latið skipinum og skrásett alt eftir, í hvørjum landi skipið hoyrir til, sigur Petur Hans Dahl, varaskúlastjóri á Føroya Sjómansskúla.
Kallimerkið verður høgt í lúkukarmin og fylgir so við skipinum. Tað er tað sama sum p-talið hjá skipinum, sigur hann.
Er talan um, at skip skiftir kallimerki, er samstundis talan um, at vit hava við eitt nýtt skip at gera, sigur Petur Hans Dahl. Tá er tað heilt annar identitetur, vit tosa um.
Men hann vísir á, at tað er ikki bara kallimerkið, sum í dag verður brúkt at eyðmerkja eitt ávíst skip við.
Síðan 1. februar í fjør hava øll skip eisini eitt sonevnt MMSI nummar, sum skásett verður eitt nú við neyðarkall. Hjá føroyskum skipum byrjar hetta níggjusiffraða nummarið altíð við 231.
Eins og Petur Hans Dahl, varaskúlastjóri á Føroya Sjómansskúla, er Heðin D. Poulsen, stjóri á Føroya Skipaskráseting, heldur ikki í iva um, a t tá eitt skip hevur skift kallimerki, er talan um eitt nýtt skip, sum skal lúka allar tæt treytir, lagdar verða á eitt nýbygt ella eitt innflutt skip.
Um tað serstaka málið við Jógvani S. sigur hann, at skipið undir navninum Ågot 1 varð strikað úr føroysku skrásetingini. Og tað stendur heilt greitt í lógini um skráseting av skipum, at kemur skip inn í føroyska flotan, skal tað ganga undir somu reglur sum skip, ið fyrstu ferð verða skrásett. Jógvan S hevur annað kallimerki, enn Ågot 1 hevði, og tí skal skipið ganga undir somu trygdarkrøv og treytir annars, sum eitt nýtt ella innflutt skip, hóast tað ikki hevur verið skrásett í øðrum landi.
?Skipið hevur verið burtur úr okkara skráseting, og kemur aftur við ørðum samleika. Tí má tað undir somu krøv sum øll onnur skip í slíkari støðu, sigur hann.
Ósamdur
Men leiðarin á Skipaeftirlitinum, Óli hans Hammer Olsen, er ikki samdur við teir báðar. Hann sigur, at Jógvan S er sama skip sum Ågot 1, og at skipið hevur siglingarloyvi heilt fram til 20. mars 2006 og tí ikki hevur fyri neyðini at ganga undir nøkur serliga strong krøv sum nýtt ella innflutt skip.
At skipið hevur skift kallimerki, hevur ongan praktiskan týdning, sigur hann og vísir á, at onnur skip, sum eitt nú fara undir FAS skipanina, eisini skifta kallimerki. Tað er bara ein tekniskur spurningur. Bara pappír, sum hann tekur til.
Spurdur eftir lógarheimildini til at taka slíka avgerð, sigur hann, at talan er um eina avgerð, hann sum leiðari á Skipaeftirlitinum hevur tikið, grundaða á altjóða arbeiðshátt, sum fyriskrivaður er í relgugerðum og ikki í serstakari, nationalari lóg.
?Tað var als ikki JógvanS, sum fekk góðkenning frá Skipaeftirlitinum at koma aftur í flotan, vísir Óla Hans Hammer Olsen á. Tað varð gjørt, tá eitt heilt annað felag, sum tó ikki keypti skipið, bað um eitt slíkt til Ågot 1, sum tá lá á klaksvík. Seinni er skipið so aftur skrásett undir navninum Jógvan S og við øðrum kallimerki enn Ågot 1 hevði.
Men ógreiða er kortini um, hvørt Jógvan S yvirhøvur hevur loyvi at sigla. Tí sambært Skipaskrásetingini er talan um heilt annað skip, løgfrøðiliga sæð, enn Jógvan S, ið hevur fingið siglingarloyvi fram til 20. mars 2006.
Tað siglingarloyvið er útskrivað til Ågot 1 við kallimerkinum XPCD (sum tó ivaleyst er ein slagvilla, ið skal vera XPZD, blðm.) og ikki til Jógvan S, sum hevur kallimerkið XPSM.
Og tað eru so tvey ymisk skip, heldur skrásetingin fast við.