J. Dahl, próstur, heitti á Havnar Sangfelag um at vera við til at fáa sangin í kirkjuni henda Ólavsøkudag so góðan og hátíðarligan sum møguligt.
Sum organistur í Havnar Kirkju og sum samgstjóri fyri Havnar Sangfelag fór eg tí undir at fyrireika hetta sum best. Sangfelagið sang henda dag í kirkjuni nøkur av okkara gomlu sálmaløgum, umframt ta stóru messuna hjá Palestrina:”Heiður verið Guði á hægsta himni”, sum J. Dahl, próstur, hevur umsett úr latínskum máli.
Nógvir vóru teir Føroyingar, sum bóru upp á mál, at eitt hvørt átti at verið gjørt fyri at geva tingsetuni hetta ár ein serligan hátíðardám. Eg vendi mær til Edv. Mitens, sum tá var løgtingsformaður, viðvíkjandi hesum máli, og vit komu ásamt um, at hann skuldi skriva orðini til eina kantatu og eg tónaløg til teirra.
Hesa kantatu, sum tá kom í lag, og sum nú við hávirðing verður ognað Føroya Løgtingi, sang mannskórið Havnar Sangfelag fyrstuferð hetta ár, og hon er síðan vorðin framførd nakrar ferðir á Ólasvøku undan tingsetuni.
Síðan hava nógv fólk heitt á meg um at fáa tónaløgini til hesa kantatu, men sum viðurskiftini hava verið, hevur tað verið ógjørligt.
Av tí at tað tykist vera áhugi hjá fólki fyri hesum tónaverki, var tað hugsan mín, at tað hevði verið beint at tað varð prentað.
Tað er mín vón, at tað so við og við koma góð mannskór víða um land okkara, og skuldi eg her sett fram eitt ynski, var tað hetta, at tað fer at vera fastur siður, at hesi mannskór á hvørjum ári undan ólavsøku koma til Havnar og sum eitt Føroyakór saman syngja hesa kantatu. Hetta vildi verið gagnligt fyri kórsangin í Føroyum og verið ein vakur máti hjá okkum Føroyingum at heiðra Løgting okkara og minnast Ólav kong.
Áðrenn kantatan verður sungin, havi eg, sum tað sæst, ætlað at sungin eigur at vera:”Fjallprúða heim”, og eg kundi hugsað mær, at ein hvør millum henda sang og kantatuna segði nøkur hóskandi orð.
Stórbæri sálmurin aftaná sjálva kantatuna vænti eg vil geva øllum verkinum tann rætta hátíðardám, og vóni eg, at hetta alt vil verða ein fulltónandi heild.
Tórshavn desemb. 1946
J. Waagstein