Jákup Eli á landsliðnum

Fótbóltur: B68-liðskiparin fer til Bosnia fyri Jens Erik Rasmussen

Liðformaðurin hjá B68, Jákup Eli Olsen, fer í morgin við landsliðnum niður til Bosnia.

Allan Simonsen sá toftamannin stýra verjuni hjá B68 í Gøtu síðsta leygardag, og tað man venjarin hava hildið hann gera væl, tí hann hevur sent landsliðsboð eftir honum.

Jákup Eli Olsen er boðsendur, tí Jens Erik Rasmussen, sum var úttikin, tá Jan Allan Müller gav avboð, hevur boðað frá, at hann ynskir ikki at fara við niður til Bosnia.

Jákup Eli Olsen hevur eina ferð verið á landsliðnum. Tað var 5. augsut í 1992, tá Ísrael og Føroyar spældu 1-1 á Svangaskarði. Tá spældi Jákup Eli Olsen teir síðstu 25 minuttirnar.