Jákup Emil fekk Føroyar framá

Einsamallur við eini roknimaskinu sum vápni, fór 28 ára gamli runavíkingurin, Jákup Emil Hansen beinleiðis kríggj við FIFA. Hann knógvaði altjóða fótbóltssambandið, fekk Føroyar framá og lyfti føroyskan fótbólt upp á eitt hægri støði. Jákup Emil óynsktur í Wales, men føroyingar áttu at fagnað honum. Tað gera útlendskir fjølmiðlar í øllum førum, til dømis The Telegraph, World Soccer og Eurosport

Árvakin og eldhugaður fór hann til verka. Hann grunaði ilt og gjørdi av at halda eitt vakið eyga við altjóða fótbóltssamgonguni FIFA. Ein felagsskapur, sum ikki júst er kendur fyri sín opinleika og gjøgnumskygni. Tvørturímóti!

Jákup Emil Hansen er erligur. Sigur sum er og staðfestir, at hann ikki nakað matematiskt geni ella teldufrøðingur. Hann er 28 ára gamal, úr Runavík og lesur stjórnmálafrøði í Århus. Hann er fótbóltsáhugaður. Heldur við NSÍ og stuðlar føroyska fótbóltslandsliðnum. Eftir sigurin á Estlandi fagnaðist hann sum øll onnur. Men Jákup Emil hugsaði eisini um, hvussu hetta fór at ávirka støðu okkara á styrkislistanum hjá FIFA. Beinanvegin gjørdist honum greitt, at hetta fór at vera ómetaliga spennandi og tætt.

Gongdin Wales og Íslandi seinastu tíðina hevði pent sagt ikki verið nakað at reypa av. Liðini vóru rapað niður eftir styrkislistanum eftir fleiri vánalig úrslit á rað. Ein sigur hjá føroyska fótbóltslandsliðnum plagar at hava við sær, at vit flyta nógv pláss upp eftir listanum.

- Eftir sigurin sá eg, at tað kundi blíva óvanliga tætt millum Føroyar og Wales, greiðir Jákup Emil Hansen frá. Hann fekk púra rætt. Tá listin fyri junimánað varð kunngjørdur, vóru Føroyar farnar 22 pláss upp eftir listanum og lógu ájøvn í stigum við Wales. Men Wales var av onkrari orsøk sett omanfyri Føroyar, og tað undraði Jákup Emil Hansen, sum síðani fór undir at rokna upp á úrslitini, júst á sama hátt sum FIFA ger tað. Jákup Emil hugdi eisini eftir heimasíðuni football-rankings.info hjá rumenska teldufrøðinginum Eduard Ranghiuc, ein heimasíða, sum mangan verður brúkt av altjóða miðlum. Ranghiuc var komin fram til, at Føroyar høvdu 0,07 stig fleiri enn Wales og sostatt áttu at liggja frammanfyri Wales. Jákup Emil Hansen kom til sama úrslit sum rumenin. Føroyar høvdu 0,07 stig fleiri enn Wales og áttu sostatt at liggja frammanfyri.


Brian Kerr var lykilin

Hetta var bara byrjanin hjá Jákup Emil. Hann kundi ikki góðtaka, at Føroyar vórðu plaseraðar niðanfyr Wales, tá útrokningarnar vístu, at tað skuldi verið øvugt. Tískil setti hann seg í samband við Fótbóltssamband Føroya. Hann vísti teimum sínar útrokningar og tær hjá football-rankings.info. Jákup Emil setti seg eisini í samband við allar føroyskar fjølmiðlar fyri at fáa málið lýst og gjørt alment, men bara ein valdi at lofta málinum og varpa ljós á tað.

Jákup Emil Hansen sendi eisini allar sínar útrokningar til FIFA, samstundis sum FSF kravdi fótbóltssamgonguni eftir eini frágreiðing. Nakað seinni kom svarið og Føroyar vórðu fluttar fram um Wales.

Orsøkin var, sambært FIFA, at Føroyar byrja F og Wales við W og tískil broyttu teir listan. Men hetta er ein frágreiðing, sum ikki heldur heilt, vil Jákup Emil vera við.

- Bara í listanum fyri maimánað havi eg funnið átta dømir, sum vísa, at bókstavaraðið ikki verður brúkt, har lið eru ájøvn í stigum, sigur Jákup Emil Hansen.

Fyri hann er tað einki ivamál.

- Hetta er matematikk og úrslitini kanst tú ikki seta spurnartekin við. Vit hava fleiri stig enn Wales og eiga tískil at verða frammanfyri, sigur Jákup Emil Hansen.

Hvussu er og ikki, so vórðu Føroyar fluttar fram um Wales. Men Jákup steðgaði ikki her.

- Eitt er, hvat vit skriva og siga í Føroyum. Men skulu vit veruliga ávirka, mugu vit út í altjóða miðlar við slíkum, greiðir Jákup Emil Hansen frá. Hann var tó fullgreiður um, at eitt bygdafrell úr Føroyum neyvan hevði stóran áhuga millum altjóða fjølmiðlar. Tí setti hann seg í samband við Brian Kerr.

- Eg greiddi honum frá øllum útrokningunum og segði sum var, at Føroyar áttu at vera omanfyri Wales. So fór Brian Kerr í gongd og úrslitið síggja vit nú, fortelur Jákup Emil Hansen.

Tað eydnaðist nevniliga, umvegis Brian Kerr, at vekja áhugan hjá altjóða miðlum. Men útsagnirnar frá Brian Kerr komu nakað óvart á Jákup Emil Hansen. Í altjóða fjølmiðlum fortaldi Brian Kerr um, hvussu Jákup Emil hevði roknað, arbeitt og roynt at ávirka í Føroyum. Hann greiddi frá, hvussu hesin ungi runavíkingurin prógvaði, at FIFA hevði gjørt ein feil og noyddist at rætta tað.


Surrealistiskt hjá Jákup Emil

Og so varð Jákup Emil Hansen kimaður niður. Síðani hava The Telegraph, Eurosport, Frettablaðið, World Soccer, Sporten.dk og nógvir aðrir viðurkendir fjølmiðlar fortalt søguna um unga føroyingin, sum við eini roknimaskinu knógvaði altjóða fótbóltssambandið FIFA.

Yvirskriftir sum ”Meet the Faroese student who made Wales officially worse in football”, ”Wales sink below Faroes after student spots FIFA ranking mistake” og ”Alert student damages Wales 2014 hopes” hava merkt altjóða fjølmiðlar.

- Eg visti, at hetta málið fór at blíva ein stór søga, men at eg skuldi blíva miðpunktið í altjóða miðlar, tað hevði eg ongantíð roknað við. Hetta er heilt surrealistiskt, men eisini áhugavert, sigur Jákup Emil Hansen, maðurin, sum av sonnum fekk Føroyar frámá í altjóða fótbólti.