Jákup er næstbestur..

Í løtuni halda danir Jákup vera næstbestan í málinum í Superliguni

Lars Anderssen


Okkara egni Jákup Mikkelsen hevur klárað seg sera væl í Superliguni í seinastuni.Tað er einki nýtt í tí. Tað eru ikki bara Leeds United, sum hava lagt til merkis hansara málmansevni. Eisini hava Ekstrablaðlesarar lagt til merkis hansara evni.

Á heimasíðuni hjá Extra blaðnum ber til at atkvøða, hvør málmaður er bestur ímillum stengurnar í superliguni.

20% halda Jákup vera bestan, men tað gevur honum ikki 1. plássið. Mogens Krogh er á fyrsta plássi við 34,5%. Sera yvirraskandi er, at Peter Kjær, sum júst er úttikin til danska landsliðið, er so niðarliga sum á 9. plássi.

So ræður tað bara um at fara á alnetið og stemma Jákup at vera bestan.

Soleiðis sær listin út í løtuni:


1. Mogens Krogh, Brøndby 34,5 %

2. Jákup Mikkelsen, Herfølge 20,0 %

3. Jimmy Nielsen, AaB 14,0%

4. Michael Steensgaard, FCK 13,0%

5. Lars Høgh, OB 3,5%

6. Per Fahlstrøm, Lyngby 3,0%

7. Jan Hoffman, AB 2,5%

8. Lars Windfeldt, AGF 2,5%

9. Peter Kjær, Silkeborg 2,0%

10. Erik Boye, Vejle 2,0%

11. Arkadiusz Onyszco, Viborg 1,5%

12. Benny Gall, Esbjerg 1,0%


Internetadressan hjá Ekstrablaðnum er:

www.extrabladet.dk