Herfølge, sum eftir tveir ósigrar av fleiri varð mett ikki at hava orku til at halda fram í kappingini um DM, styrkti sunnudagin um støðuna í oddinum í superliguni.
Higartil hava John Faxe Jensen, Jákup Mikkelsen og hinir á oddaliðnum sagt, at teir miðja eftir at enda millum seks tey fremstu liðini, men eftir at gloppið niður til Brøndby á næstfremsta plássinum sunnudagin dragnaði til fimm stig, sær føroyski málverjin uppaftur ljósari uppá framtíðina:
? Lagið var gott, tá vit sunnukvøldið koyrdu til hús aftur. Vit steðgaðu í Vejle at fáa okkum døgurða. Meðan vit fingu okkum, sóu vit onside í TV3, og sjálvsagt kom tað væl við at frætta, at Brøndby og Lyngby høvdu spælt javnt, 2?2. Tað eru sjey stig aftur til AB og Lyngby á triðja plássi, og tí haldi eg ikki, at tað er burturvið, um vit, nú tað eru tólv umfør eftir at spæla, rokna við møguleikanum at enda á heiðursmerkjaplássi, heldur Jákup Mikkelsen.
Um tað eydnast Herfølge at vinna medaljur, so fer tað at hava við sær, at teir eftir summarfrítíðina fyri fyrstu ferð nakrantíð skulu royna seg í Europa Cup. Síðsta ár spældu teir í Intertoto Cup, uttan at teir løgdu stórvegis fyri, og úrslitini vóru heldur einki serlig.
Sá einki serligt út
Dreymurin um fyrsta føroyska lutabrævið í einum donskum meistaraskapi í fótbólti tóktist seinnapartin sunnudagin at kámast í áarførinum í Århus. Tá Herfølge og AGF fóru at hvíla seg, vóru teir 3.783 áskoðararnir í góðum hýri, sjálvt um oysandi regnið átti at tikið eitt sindur burtur av várveðrinum.
Tveir minuttir undan steðginum hevði AGF økt um leiðsluna til 2?0, og harvið hevði Herfølge síðani vetrarsteðgin spælt 225 minuttir, seks mál vóru farin ígjøgnum, og teir høvdu einki skorað sjálvir, so tað sá ikki gott út.
? John Faxe var á beinkinum alla tíðina, tí hann hevði ein skaða at dragast við. Hann gav okkum ein orduligan vals í steðginum, og tað var heilt skjótt í 2. hálvleiki, at vit vóru betri við, sigur Jákup Mikkelsen.
Føroyski málverjin var serliga fegin um, at tað hesa ferð eydnaðist at vinna øll stigini:
? Fyrsta málið átti eg alt, sum tað var. Bólturin var hálur og torførur at halda. Hesa ferð hevði eg fingið fatur á honum, men misti hann millum armin og kroppin og fyri føturnar á Bo Nielsen, sum skoraði.
Eitt korter var farið, tá Jákup var óheppin, og føroyski málverjin, sum altíð krevur nógv av sær sjálvum, var heldur ikki nøgdur, tá AGF økti um leiðsluna:
? Johnny Mølby sendi fríspark framvið manngarðinum hjá okkum og í ta síðuna á málinum, sum eg skuldi verja. Eg tveitti meg og var vísur í, at eg skuldi bjargað, men bólturin fór upp um hondina og í netið.
Sjónvarpsupptøkurnar vístu, at bólturin stakk í svørðin einar tveir metrar frá málverjanum, og vætan setti eyka ferð á.
Heilt øðrvísi
Herfølge vann 3?2, tí teir skoraðu trý mál innanfyri níggju minuttir í 2. hálvleiki.
Eftir dystin harmaðist venjarin hjá AGF, Peter Rudbæk, sum framvegis heldur Óla Johannesen heilt uttanfyri hópin, um, at teir høvdu tapt, tí tíðliga í 2. hálvleiki høvdu teir fleiri møguleikar at leggja lok á, men tá bjargaði Jákup Mikkelsen væl.
Eftir ein tíma misti eykamálverjin hjá AGF, Jakob Kragh, hála bóltin til Jesper Falck, tveir minuttir seinni javnaði Thomas Høyer við spakuligum skoti, og eftir 70 minuttir skoraði Jesper Falck sigursmálið.
? Vit spældu heilt øðrvísi í 2. hálvleiki, enn vit høvdu gjørt í 1. hálvleiki. Uppleggið hjá venjaranum var, at vit skuldu liggja aftarlaga og spæla bóltin ímillum okkara, men hetta komu vit ikki væl frá. Í 2. hálvleiki fóru vit longri fram á vøllin og trýstu mótstøðumenninar, og tá verjan hjá teimum ikki var serliga sannførandi, so eydnaðist tað okkum at spæla okkum til fleiri møguleikar, sigur Jákup Mikkelsen.
Stutt undan dystarloki hevði AGF risastóran møguleika at javna, men álopsmaðurin varð av málverjanum kroystur at yvirplasera bóltin, sum tók í stólpan, áðrenn hann fór aftur í spæl.
Toppstríð
Í gjár fóru teir í Herfølge at fyrireika seg til næstu uppgávurnar. Mánakvøldið fáa teir vitjan av Viborg, sum ikki hevur staðið seg serliga væl síðani vetrarsteðgin og tí verður mett at vera svangt og harvið vandamikið. Dysturin teirra millum í Herfølge verður at síggja í TV3+.
Komandi vika verður strevin hjá Herfølge, tí hóskvøldið og aftur annan sunnudag skulu teir spæla í Gladsaxe móti AB. Fyrra uppgerðin verður fjórðingsfinala í steypakappingini, og síðani verður tað toppuppgerð í superliguni:
? Vit hava altíð havt trupulleikar, tá vit hava spælt móti AB. Teir og vit fluttu upp saman í 1995, og so vítt eg minnist, so hava vit ongantíð vunnið móti teimum síðani tá. Men tað mugu vit gera nakað við nú, heldur Jákup Mikkelsen, samstundis sum hann ásannar, at venjarin hjá AB, Ole Mørch, kennir Herfølge liðið betri enn so nógv onnur gera.