Jóladunnurnar eru salmonellafongdar

Mánadagin álegði Heilsufrøðiliga Starvsstovan fyritøkum, sum hava fingið til vega dunnur frá Tannis Food í Hirtsals at innkalla hesar vørur aftur. Heilsølur boða frá, at fólk kunnu fáa pengarnar aftur ella aðra vøru

Eirikur Lindenskov


? At vit banna hesum dunnunum júst nú hevur sína serligu søgu, sigur Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

? Leygarkvøldið 11. desember í ár bar útvarpið tey tíðindi, at ein sending av enskum, frystum dunnum, vísti seg at verða fongd við salmonellu. Talan var um dunnur frá enska sláturvirkinum við løggildingarnummarinum AUT UK 5036 EEC. Upplýst var, at talan var um dunnur, sum vigaðu 3200 og 3400 gr.

Mánadagin 13. desember ár ár sendi Heilsufrøðiliga Starvsstovan hendan tíðindastubban á telefaksinum til allar heilsølur og størri handlar í Føroyum

Týsdagin kontaktaði ein borgari Heilsufrøðiligu Starvsstovnua og boðaði frá, at hann hevði vunnið eina dunnu á bingo, sum borgarin helt svaraði til tað, sum upplýst var í útvarpinum leygarkvøldið.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan fekk fatur á hesi dunnu, og tað vísti seg, at dunnan stavaði frá enska virkinum við løggildingarnummarinum UK 5036 EEC, men dunnan hevði eina aðra vekt, enn tær, sum útvarpið greiddi frá leygarkvøldið.

Skjótt var staðfest, at dunnur frá enska virkinum vóru á føroyska marknaðinum. Heilsufrøðiliga Starvsstovan tók týsdagin seinnapart (t. e. 14/14/99) staksýn frá heilsusølum og størri handlum. Somuleiðis boðaðu vit øllum heilsølum og størri handlum frá, at vit tóku staksýn, og um staksýnini vísti seg at vera fongd við salmonellu, varð forboð sett fyri sølu í Føroyum.

Í sama telefaksi áløgdu vit heilsølum og størri handlum um skrivliga at boða Heilsufrøðiligu Starvsstovuni frá, um teir høvdu hesa vøru til sølu. Fleiri heilsølur boðaðu beinanvegin frá, at teir høvdu hesar vørur til sølu, sigur Bárður Enni.

? Seinni í vikuni fingu vit á HS so skjalprógv frá heilsølum og størri handlum fyri, at dunnur frá enska virkinum vóru kannaðar fyri salmonella á kanningarstovu í Onglandi.

Kanningarnar vístu, at tær kannaðu dunnurnar frá virkinum vóru fríar fyri salmonellu.

? Men vit á Heilsufrøðiligu starvsstovuni eru ikki heilt trygg við, at tær kanningar, sum eru gjørdar í Onglandi, umfata júst tær sendingar, sum eru konar til Føroya. M. a. eru fleiri av teimum dunnum, sum eru í staksýninum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni ikki partar av teimum sendingum, sum eru kannaðar í Onglandi.

Samstundis sum vit hava arbeitt við hesum máli í Føroyum, hevur danski innflytarin, Tannis Food í Hirtsals, afturkallað vørur frá danska marknaðinum. Hetta vóru vørur, sum vóru merktar: »Salmonellafri and - UK 5036 EEC«.

Úrslitið av teimum staksýnum, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan tók 14. desember vísa, at salmonella er ávíst í 5 út av 12 sýnum.

Við støði í hesum kanningum hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan tikið avgerð um at banna sølu av hesum dunnum frá enska sláturvirkinum við løggildingarnummarinum UK 5036 EEC.

Forboðið er galdandi frá mánadegnum 20. desember klokkan 17, sigur Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Stravsstovuni.