Jan Christiansen, býráðlimur
Heðin Mortensen roynir enn einaferð at verja meirilutans avgerð um at hækka skattaprosentið í Tórshavnar Kommunu komandi ár. Hann roynir at niðurgera undirritaða, við at siga, at eg lítið og einki skilji, og sigur hann seg vilja skera prinsippið um innkrevjing av skatti út í papp, so at eg kann skilja tað. Eisini sigur Heðin, at um skattaprosentið ikki skal hækkað komandi ár, so mugu vit í minnilutanum siga, hvørjar tænastur vit vilja velja frá. Heðin skrivar at kommunulógin er púra greið, og at í henni stendur, at kommunan hevur bert loyvi at krevja tað inn í skatti, sum tað kostar at reka kommununa, hvørki meira ella minni.
Lat meg nú royna at skera fíggjarætlanina hjá Tórshavnar Kommunu fyri 2006 út í pappi fyri Heðini.
Á býráðsfundi 24. november í ár bleiv fíggjarætlanin fyri komandi ár samtykt, og vóru høvuðstølini hesi:
Útreiðslur:
Fyrisiting45.520.000 kr.
Tekniskar veitingar90.130.000 kr.
Skúlamál37.252.000 kr.
Mentan og fritíð25.311.000 kr.
Sosial og heilsumál46.897.000 kr.
Barnaansing 105.047.000 kr.
Aðrar útreiðslur57.730.000 kr.
Reguleringskonto 3.000.000 kr.
Íløgur98.000.000 kr.
Lánsgjøld og grunnar 8.590.000 kr.
Tilsamans 517.477.000 kr.
Inntøkur:
Rentuinntøkur 2.000.000 kr.
Traðir og økir 3.000.000 kr.
Skattainntøka512.477.000 kr.
Tilsamans517.477.000 kr.
Tað vil siga, at Heðin Mortensen hevur samtykt, at tað skal kosta góðar 517 mió.kr. at reka Tórshavnar Kommunu komandi ár. Sami Heðin sigur, at skattalógin sigur púra greitt, at bert tað, sum tað kostar at reka kommununa kunnu vit krevja inn í skatti, hvørki meira ella minni!
Fyrsti forklálingstrupulleikin.
Tað er fakta, at kommunan fær afturgoldið 22 mió. kr. úr kommunala veðhaldsgrunninum og at hesin peningur verður tøkur í kommunukassanum komandi ár. Hesar 22 mió. kr. eiga at leggjast afturat inntøkusíðini, so at veruligu inntøkurnar verða 539 mió. kr. Útreiðslurnar verða 517 mió.kr., so nú leypa 22 mió. kr. av. Kortini krevur kommuna hesar 22 mió. kr. inn í skatti frá borgarunum, hví? Skattalógin er greið: Bert krevja inn tað, sum kommunan skal brúka!
Næsti forklálingstrupuleikin:
Heðin Mortensen sigur tað vera lættisoppur at lova skttalætta, uttan av vísa hvar peningurin skal koma frá. Minnilutin hevur ikki lova nakran skattalætta, men hevði uppskot um at varveita verandi skattaprosent. Eisini vístu vit á, hvussu tað kundi lata seg gera og er okkara uppskot skrivað í fundarbókina, so har kan Heðin lesa tað svart uppá hvítt.
Í fundarbókini stendur:
Minnilutin Jan Christiansen, Høgni Mikkelsen, Sjúrður Olsen, Beate L. Samuelsen, Bjarti Mohr, og Inga Dahl, vísir á, at nú skattainntøkan er mett at hækka, og at skuldin mest sum er goldin, og kommunan fær afturrindað nógvan pening úr kommunala veðhaldsgrunninum, eiga hesir faktorar at koma borgarunum í Tórshavnar Kommunu til góðar. Hetta kann gerast við ikki at hækka verandi skattaprosent á 18.75 % og við at varveita verandi barnafrádrátt á 5.000 kr.
Við hesum grundgevingum mælir minnilutin til at taka undir við fíggjarætlanini fyri 2006 við hesum broytingum:
At afturrindan úr kommuna veðhaldsgrunninum verður inntøkuførd við 22.000.000 kr., at lækka íløgurnar við 1.777.000 kr. til 96.223.000 kr. og at áseta skattaprosentið til 18.75 % og Barnafrádráttin til 5.000,00 kr.
Heðin Mortensen skrivar um Jólakalendaran hjá Jan, har minnilutin vil sleppa at lata lúkur upp fyri at geva skattlætta í jólagávu til fólki. Støðan er tíverri beint øvut. Tað er núverandi borgarstjórin, sum krevur óneyðuga nógvan skatt inn frá fólkinum, so at hann kann geva stórar jólagávur, sum onnur hava goldið fyri. Nógv húski hava tað tungt fíggjarliga, serliga tey við teimum lágu inntøkunum, og var landsskattlættin ætlaður teimum. Men nýkonverteraði javnaðarmaðurin Heðin Mortensen vildi eisini hava landsskattalættan konverteraðan í kommunukassan.