Jólahugni í januar

Leygardagin var jólahugni fyri pensjónistar í Tekniska Skúla í Klaksvík. Tað eru heimahjálpirnar, sum hvørt ár skipa fyri hesi hugnaløtu, sum er hvønn fyrsta leygardag í januar

Hvørt ár, beint eftir nýár, skipa heimahjálparar í Norðoyggjum fyri jólahugna fyri pensjónistar. Um 70 fólk vóru samankomin í kantinuni í Tekniska Skúla í Klaksvík, har borðreitt verður við smurdum breyði, te, kaffi og køkum.
           Í ár var tað Steinbjørn Jacobsen, sum las jólaboðskapin, og Hans Eiler Hammer las eina søgu. Mása og Astrid Tróndheim sungu jólasangir, og pápi teirra Gerhard hevði klaverfylgispælið.
          Poli Mikkelsen og Erland Jacobsen, gleddu tey eldru við sínum lætta og vakra harmonikuspæli.
          Seinni var orðið frítt, og Anna Nielsen og Jógvan Gerðalíð nýttu høvið at siga nøkur orð.
          Heimahjálpirnar høvdu keypt jólagávur, og øll fingu hvør sín pakka, eisini tey, sum vóru við teimum eldru, ið ikki vóru før fyri at koma einsamøll.
          Tekniski Skúli hevur hvørt ár latið hølið ókeypis til hetta endamál, og kommunan stuðlar tiltakinum við peningi.
          Alt arbeiðið verður gjørt ókeypis. Heimahjálpirnar standa fyri øllum og smyrja sjálvar breyðið og baka køkurnar.
          Sjálvsagt var felagssangur eisini á skránni og sangblað prentað við stórum stavum, so lætt var hjá teimum gomlu at fylgja við.
          Løtan endaði við, at øll í felag sungu,? Nú dagurin at enda er?.
          Tað var Elinborg Thomasen, eftirlitiskvinna, sum í ár samskipaði hesa stak væl eydnaðu løtu.