Jólamaður skeyt frá hond í náttklubba

39 fólk eru higartil deyð og 69 send á sjúkrahús, eftir at minst ein yvirgangsmaður skeyt frá hond í einum náttklubba í Istanbul í Turkalandi beint eftir miðnátt.

 

Al Jazeera boðaði tíðliga frá, at yvirgangsmaðurin var dripin, men seinni hava turkiskir myndugleikar boðað frá, at teir enn jagstra ein yvirgangsmann.

 

Fleiri miðlar skriva, at yvirgangsmaðurin var ílatin sum ein jólamaður. Onkrir miðlar skriva, at talan er um so nógvar sum tríggjar mans, men guvernørurin í Istanbul sigur, at talan er bara um ein yvirgangsmann.

 

Álopið varð framt móti náttklubbanum Reina, sum liggur í evropiska partinum av býnum. Náttklubburin er serliga væl umtóktur millum fótbóltsstjørnur, tónleikastjørnur og onnur kend fólk, skriva turkiskir miðlar. Eisini er vanligt at síggja diplomatar og útlendsk handilsfólk í klubbanum.  15 av teimum 39 dripnu eru útlendingar.

 

Sambært Al Jazeera máttu fólk loypa úr klubbanum og út í Bosporussundið fyri at sleppa til rýmingar. Haðani fekk løgreglan bjargað teimum upp í bátar sínar.

 

Turkaland hevur verið sera hart rakt av yvirgangsálopum seinastu árini. 102 yvirgangsálop eru skrásett í 2016. Í teimum eru 448 fólk dripin. Níggju yvirgangsálop hava verið í Turkalandi. Í teimum eru 119 fólk dripin og 494 særd.

 

Tað eru bara tríggjar vikur síðani eitt álop móti einum av fótbóltsvøllunum í Istanbul kravdi 45 mannalív.

 

Yvirgangsálop í Istanbul

2015

6. januar. 2 fólk dripin og ein særdur í eini sjálvmorðsatsókn.

31. mars. 4 fólk dripin og tvey særd.

23. novembur. 1 dripin í bumbuálopið móti flogvøllinum.

 

12. januar. 12 dripin og 14 særd í sjálvmorðsálopi í Istanbul.

3. mars. 1 særdur í yvirgangsálopi í Istanbul.

19. mars. 5 dripin og 36 særd í sjálvmorðsbumbuálopið í Istanbul.

9. apríl. 3 særd í bumbuálopi í Istanbul.

7. juni. 11 dripin og 36 særd í bumbuálopi í Istanbul.

28. juni. 45 dripin og 239 særd í sjálvmorðsálopi móti Atatürk flogvøllinum í Istanbul.

4. august. 1 avrættaður í Istanbul.

6. oktobur. 10 særd í bilbumbuálopi í Istanbul.

10. desembur. 45 dripin og 155 særd í bilbumbu- og sjálvmorðsálopi í Istanbul.