Nú er greitt, at enn ein føroyskur landsliðsleikari verður í næstbestu donsku fótbóltsdeildini eftir summarsteðgin. Jón Rói Jacobsen skrivaði nevnliga fyrr í vikuni undir sáttmála við Frem BK, sum í farna kappingarári endaði næstaftast í suparligaini, og harvið rykti niður í 1. deild.
Gunnar eisini nýggjan sáttmála
Venjarin hjá Frem, Ebbe Skovdahl, var herfyri í Føroyum eitt vikuskifti og hugdi eftir dystinum millum HB og KÍ í Havn, og tá hava Skovdahl og HB óivað eisini tosað um júst Jón Róa, ið, hóast hann ikki hevur leikt í havnarfelagnum síðani 2002, framvegis var sáttmálabundin við havnarfelagið. Nú hava HB og Frem so gjørt eina avtalu, og Jón Rói hevur undirskrivað ein eitt ára sáttmála við keypmannahavnarfelagið.
Eisini evnaríki málverjin, Gunnar Nielsen, ið hevur vart unglingamálið hjá Frem seinasta árið, hevur fingið nýggjan sáttmála við danska felagið. Harafturat hevur Frem sloppið sær av við annan av fyrstaliðsmálverjunum hjá sær, soleiðis at Gunnar Nielsen nú er annar málverji hjá besta liðnum hjá Frem. Gunnar Nielsen hevur annars verið til royndarvenjingar í Liverpool, og nógv bendi á, at enska stórfelagið var áhugað í at fáa hann til felagið, men enn er so einki spurt burtur úr tí.