Fyriskiparin av G! festivalinum, Jón Tyril, er væl nøgdur við ársins G! festival.
"Hetta hevur verið ræðuliga feitt. Fólk hava verið glað og positiv, so tað er genialt," sigur Jón.
"Vit hava havt eitt sindur av drama. Grimdarregnið í gjár og flóðin í dag. Men tá fólkini hava verið so við upp á tað, haldi eg ikki, at regnið hevur oyðilagt nakað serligt," sigur Jón, men leggur aftrat "tað einasta, regnið gjørdi, er kanska, at tað vóru eitt sindur færri til Meshuggah enn annars."
"Eg haldi sjálvur, at skráin í ár hevur verið ordiliga góð. Á papírinum var hon, ið hvussu so er góð, men tað hava eisini verið nógvar ordiliga góðar konsertir. Um eg skal taka nakað fram, so má tað vera Meshuggah, Blind Boys og Tennesee Mafia í hoyggjhúsinum. Men tað vóru fleiri góðar konsertir," sigur Jón.
"Vit eru longu byrjað at planleggja næsta árs festival. Eingi nøvn eru komin enn, men man spælir sær sjálvsagt við nøkur í bakhøvdinum," sigur ein troyttur, men væl nøgdur fyriskipari at enda.