Jóna er elst av børnunum hjá Ellefíu (1912-77) og Jóhannes Jacobsen (1910-), ortopediskur skómakari í Fuglafirði. Hini systkini eru: Ninnema (1938), Óli (1940), Oddvør og Lena (1942), Sigga (1945) og Osvald (1950).
Eftir skúlagongdina var Jóna í handlinum hjá Pidda (S. P. Petersen). Átjan ára gomul fór hon at útbúgva seg sum sjúkrasystir. Var á sjúkrasystraháskúlanum í Stege í 1955, síðani næmingur á Dr. Alexandrines Hospital (Landssjúkrahúsið), og í 1958 fær hon psykiatrisku útbúgvingina á St. Hans Hospital, Roskilde, og í 1959 narkosoútbúgving á Gentofte Amtsygehus. Í 1986 var hon á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, har hon næm sær kunnleika innan alt tað nýggja á anæstesiøkinum.
Í 1960 verður hon sett í starv á Landssjúkrahúsinum, og her hevur hon síni ríku virkisár, til hon í oktober 2000 valdi at gevast.
Jóna er framvegis sera virkin. Samvitskufull hevur hon røkt tað, henni varð álagt – sína Florence Natingale-uppgávu hevur Jóna røkt í størsta álvara. At hon valdi narkosuútbúgvingina gjørdi somuleiðis tað, at hon bant seg til eitt presitiónsstarv av rang.
Hon fekk næmingaárini og fittan part av virkisárunum á tí gamla hospitalinum við teirri útgerð, ið tá var. Tá hon tók við á skurðdeildini var bert ein narkosusjúkrasystir, Laura Eirikstoft. Við Jónu vóru tær tvær, sum nú skiftust um vaktbyrðuna, stand-by dag sum nátt.
Jóna er ein av tí gamla »besetninginum« frá tíðini, tá »yvirlæknin« - og tað var sjálvsagt Pauli Dahl – ráddi fyri borgum. Jónu sást tú kvikgongda og skundisliga fara eftir Hospitalsvegnum, hon var á síni deild áðrenn klokkan sló átta, ikki minst tey 17 árini hon var deildarleiðari.
Uttan fyri lívsstarv sítt hevði Jóna áhugamál, sum hon røkti ikki minni samvitskufult. Maðurin var politikari, børnini vóru ein dýrur lutur, at teimum skuldi einki tróta var umráðandi. Jóna hevur tikist við ymiskt í handligum sum andligum verki, lesur nógv, fæst nógv við handarbeið, íðin at binda inn bøkur og ger nógv burtur úr ættargransking, er skrivari í felagnum Ættarbandinum. At hon eisini hevur sín blómu- og plantuáhuga, er eyðsýnt í urtagarðinum í Tórfinsgøtu.
Jóna giftist í 1961 við Jákup Lindenskov. Tey eiga børnini Elin (1962), Birita (1964) og Eirikur (1966). Ommubørnini eru Fía (27), Maria (11), Anna (5) og Jónas (3) – og langommusonurin Høgni (3).
Tey sum vilja hitta føðingardagsbarnið eru vælkomin í Losjuna í Havn, Tinghúsvegur 18, fríggjadagin 15. desember kl 19.